Venjararnir, David Edvardsen og Tróndur Kragesteen, hava úttikið hesar U16-kvinnurnar til European Open, sum verður 1. til 5. juli í Gøteborg.


Venjararnir, David Edvardsen og Tróndur Kragesteen, hava úttikið hesar U16-kvinnurnar til European Open, sum verður 1. til 5. juli í Gøteborg.

Brøðurnir Høgni og Andrias Fríðuson Gaard verða komandi kappingarár elitudómarar í Danmark. Hetta merkir, at teir koma at verða partur bólkinum av fremstu dómarum í Danmark og skulu í fyrstu atløgu døma í 1. deild.

Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Skúlanum á Giljanesi. Sitandi starvsnevnd heldur fram.

Dygdirnar hjá føroysku ungdómslandsliðunum komu yvirhøvur betri til sjóndar ímóti Íslandi í dag

Fýra føroysk ungdómslandslið spældu í dag venjingardystir ímóti Íslandi.
Soleiðis gekst teimum.

Komandi vikuskiftið fara trý landslið til Íslands. Talan er um U16- og U18-kvinnur og U20-menn. Hesi fara at spæla vinardystir móti Íslandi leygardagin og sunnudagin.

Eitt spennandi hondbóltsvikuskifti stendur fyri framman. Trý føroysk ungdómslandslið eru í dag farin til Íslands, meðan U16-mennirnir spæla tveir venjingardystir í Føroyum.

Komandi vikuskiftið kemur íslendska U16-manslandsliðið á vitjan til tveir venjingardystir móti Føroyum. Samstundis fara trý landslið til Íslands, talan er um U16- og U18-kvinnur og U20-menn. Dystirnir í Føroyum vera ávikavist leygardagin á Giljanesi og sunnudagin í Kollafirði. Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo.

Ágóðin frá stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti er nú handaður Beranum, sum frá Lions Club í Føroyum fekk 50.000 krónur til sítt virksemi.

Komandi leygardag, 18. mai, verður hondbóltsgallaveitslan 2024. Tiltakið í ár verður í Salt á Drelnesi í Suðuroy, har VB skipar fyri. Byrjað verður kl. 18.30.