U20-menn: Hølvaðu Italia av

Føroyar vóru sannførandi, og vístu at teir hoyra heima hægri EM-kappingini, hetta við einum knúsandi 42-26 sigri á Italia í dag. Føroyar vóru flúgvandi í fyrra hálvleiki og vóru frammanfyri heili 23-12 við steðgin. Við hesum skulu okkara spæla um 17. pláss í EM-endaspælinum í morgin.

Føroyska liðið var skert undan dystinum í dag. Bert 14 av teimum 16 leikarunum í hópinum vóru tøkir. Tróndur Johnsson bleiv skaddur í knænum undir venjing eftir fyrsta dystin í kappingini, og Høgni Højsted meiddi sær økslina í dystinum móti Spania. Hetta nervaði tó ikki føroyska liðið. Okkara vóru flúgvandi frá byrjan og vóru á odda 9-4 eftir 10 minuttir. Føroyska liðið spældi frálíkt 7 móti 6 spæl í álopinum og skutu heili 23 mál í fyrra hálvleiki. Samanspælið í bakketuni millum Óla Mittún, Trúgva Hávardsson og Høgna Heinason sat sera væl í dag og funnu teir eisini Ísak Vedelsbøl á strikuni sera væl. Torstein Sivertsen byrjaði í føroyska málinum í dag og spældi hann eisini framúr væl við einum bjargingarprosentið á 43. Føroyar vundur burturúr Italia í fyrra hálvleiki við 23-12.

Við stóra málmuninum var dysturin longu avgjørdur í hálvleikinum. Hetta var eisini eyðsýnt, tá føroysku venjararnir tóku time-out eftir 40 minuttir og tillagaðu uppstillingina. Fleiri av leikarunum, sum hava spælt mest í kappingini, vóru hvíldir, og vóru aðrar uppstillingar royndar. Italia hevði ikki meira at bjóða og øktu okkara um leiðsluna upp í 16 mál seinastu 20 minuttirnar. Føroyar vunnu dystin 42-26.

Eftir dystin var strikuleikarin hjá Føroyum, Ísak Vedelsbøl, kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Hann var eisini toppskjútti við 8 málum. Við sigrinum í dag hava Føroyar vunnið rættin at spæla um 17. pláss í EM-endaspælinum. Tann dysturin verður í morgin kl. 18.00 móti Sveis, sum Føroyar eisini vunnu ímóti í fyrsta dystinum í kappingini, 30-29. Allir dystir kunnu stroymast her: Start | handball-globe.tv

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U20 EM-endaspælinum síggjast her: M20 EHF EURO 2024 Slovenia (eurohandball.com)

Dystargongdin Føroyar – Italia
5 min. 4-1
10 min. 9-4
15. min. 14-7
20 min. 17-9
25 min. 20-10
30 min. 23-12
35 min. 28-15
40 min. 33-18
45 min. 36-19
50 min. 37-22
55 min. 40-24
60 min. 42-26

Málskjúttar hjá Føroyum:

Ísak Vedelsbøl 8
Óli Mittún 6 (3)
Høgni Heinason 5
Óla Jákup Gaard Olsen 5
Tóki Fríðriksson 4
Jákup Egholm 3
Helgi Poulsen 3
Trúgvi Hávardsson 3
Niklas Gaard 2
Rói Seyer Hjaltason 1
Búi Poulsen 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 13 min., 3 bjargingar, 50%
Torstein Sivertsen 47 min., 14 bjargingar, 43%

Sigrandi til Oslo

11. januar 2026

Føroysku menninir fara við einum góðum sigri í skjáttuni til EM í Oslo. Føroyar vunnu seinasta fyrireikingardystin, 38-34 móti Italia, eftir hálvleiksstøðuna 18-17 til Føroyar.

Ongin søla við dyrnar í dag!

11. januar 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Tepurt tap fyri Italia

9. januar 2026

Vinardysturin móti Italia var vinarkendur. Liðini tímdu betri álop enn verju og skiftu nógv út. Føroyar vóru betri fyrstu 40 minuttirnar, men mistu takið seinastu løtuna og taptu 36-34, eftir at Føroyar vóru á odda 19-17 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni