U20-menn: Stýrdu Kekkia

Føroyar høvdu tak á Kekkia í morgun. Við einum vælleikandi Aleksandar Lacok í málinum og Óla Mittún í álopinum, vunnu Føroyar 33-28, eftir hálvleiksstøðuna 17-12.

Tað vóru kekkar, sum byrjaðu dystin betri. Teir høvdu stórar spælarar og legði kekkiska spælið upp til skot útifrá. Hetta riggaði at byrja við, men so spakuliga byrjaði Sasha Lacok, í føroyska málinum, at pilka kekkisku skjúttarnar niður. Sasha stóð ein frálíkan fyrra hálvleik, har hann tók 44% av skotunum. Føroyar spældu við 7 móti 6 størsta partin av fyrra hálvleiki og riggaði hetta fyri tað mesta væl. Skoringsprosentið hjá Føroyum lá tó heldur lægri í mun til undanfarnu dystirnar í kappingini og vóru bæði langskot, vongskot og skot á strikuni brend. Kekkia var omaná fyrstu 15 minuttirnar, men komu Føroyar á odda um miðjan hálvleik og øktu spakuliga um leiðsluna. Liðini fóru til hálvleiks við 17-12 til Føroyar.

Tað fullu nógvar útvísingar til bæði liðini í byrjanini av seinna hálvleiki. Hetta vóru Føroyar betri til at gera sær dælt av, og øktu okkara um leiðsluna upp í 7 mál. Føroyska verjan stóð samstundis væl saman við Sasha í málinum og tóktiskt dysturin í tryggum hondum. Leiðslan tódnaði tó niður í trý mál stutt fyri dystarlok. Vælleikandi Óli Mittún var hvíldur seinnu helvt av seinna hálvleiki, men koyrdu álopið ikki rættiliga uttan hann, og mátti hann koma innaftur seinastu 5 minuttirnar. Sigurin kom tó ikki veruliga í vanda og øktu Føroyar aftur við Óla á odda. Føroyar vunnu 33-28.

Eins og undanfarna dyst, var málverjin hjá Føroyum, Aleksandar “Sasha” Lacok, kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Sasha hevði væl fatur í langskjúttunum hjá Kekkia, og hevði hann eitt bjargingarprosent uppá 36. Føroyar hava við hesum vunnið sítt miðumfar og skulu spæla krossdystin í morgin móti antin Sveis, Grikkaland ella Italia. Allir dystir kunnu stroymast her: Start | handball-globe.tv

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U20 EM-endaspælinum síggjast her: M20 EHF EURO 2024 Slovenia (eurohandball.com)

Dystargongdin Føroyar – Kekkia
5 min. 2-4
10 min. 5-5
15. min. 7-7
20 min. 10-8
25 min. 12-9
30 min. 17-12
35 min. 19-14
40 min. 22-16
45 min. 24-17
50 min. 25-20
55 min. 28-25
60 min. 33-28

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 10 (2)
Høgni Heinason 4
Jákup Egholm 4
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Trúgvi Hávardsson 2
Niklas Gaard 2
Rókur Ziskason 2
Rói Seyer Hjaltason 2
Tóki Fríðriksson 2
Ísak Vedelsbøl 1
Búi Poulsen 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 56 min., 13 bjargingar, 36%
Torstein Sivertsen 4 min., 1 bjarging, 50%

Skráin fyri Faxe Kondi steypafinalurnar

17. februar 2026

Komandi vikuskiftið verða Faxe Kondi steypafinalurnar Við Tjarnir. Atgongumerki kunnu keypast á her Homepage – við Tjarnir

Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar Við Tjarnir fáast nú til keyps

9. februar 2026

Møguleiki er at keypa fimm ymisk atgongumerki. Til fríggjakvøld, leygardag barnafinalur, leygardag kvinnur og menn, og sunnudag. Eisini ber til at keypa eitt vikuskiftispass fyri serprís.

Frótt er høvur á fullum maga

9. februar 2026

Fyritøkan Mál og Hondbóltssamband Føroya hava skrivað undir stuðulsavtalu fyri tey næstu tvey árini. Mál er við hesum millum annað at síggja á brókunum sum landsliðsleikararnir spæla dystir í. Fyritøkan framleiðir m.a. matpakkar og koyrir teir út á skúlar, og er matveitari til fleiri av tiltøkunum sum Hondbóltssambandi Føroya skipar.

Ein loysn frá Sendistovuni