Fyrireikingarnar til komandi HM play-off dystirnar hjá monnum byrja í komandi viku. Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið ein breiddarhóp til venjingar í Føroyum 15. – 21. mars.


Fyrireikingarnar til komandi HM play-off dystirnar hjá monnum byrja í komandi viku. Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið ein breiddarhóp til venjingar í Føroyum 15. – 21. mars.

Sum partur av masterútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, hevur Helgi Hildarson Hoydal verði í praksislæru í Hondbóltssambandi Føroya. Í hesum sambandi hevur hann kannað evnið: gentur og fráfall í hondbólti. Hendan grein er ein stuttur samandráttur av kanningini.

Hetta er fyrstu ferð, at HSF hevur skipað fyri triðja stig av venjaraútbúgvingini. Venjarar, ið hava lokið triðja stig av venjaraútbúgvingini, kunnu nú søkja um upptøku á EHF Master Coach útbúgvingina. Vit eru sera errin av, at 11 hava lokið hesa útbúgving og eru nú klárir at taka næsta stigið á venjaraleiðini. Útbúgvingin hevur tikið eitt […]

Í morgin, týsdagin 10. mars kl. 10.00, koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Ísland til sølu. Dysturin verður leiktur mikudagin 8. apríl Við Tjarnir. Sølan verður á heimasíðuni tjarnir.fo.

Hóast lítið riggaði í dag, so taptu føroysku kvinnurnar, hóast alt, bert við tveimum málum, 25-23, fyri Portugal á útivølli í dag, hetta eftir Portugal var á odda heili 15-8 í hálvleikinum. Málúrtøka kann blíva avgerandi millum liðini, og tískil var tað gott at okkara minkaðu um munin í seinna hálvleiki.

Við einum rimmar verju- og málverjaavrikið av Rakul Wardum vunnu føroysku kvinnurnar trygt, 25-21, á Portugal Við Tjarnir í kvøld. Hóast álopið ikki var heilt í topp allan dystin, so var verjuavrikið nóg mikið, og hildu okkara Portugal heilt niðri á 21 málum.

Tá Annika Fríðheim, sum trý ára gomul, fyrstu ferð traðkaði á ein hondbóltsvøll, hevði hon ikki ímyndað sær, hvussu stóran leiklut hondbólturin fór at hava í lívi hennara. Í dag er hon landsliðsmálverji hjá Føroyum, lesandi í Aarhus, leikari í EH Aalborg og roynir samstundis at fáa gerandisdagin at ganga upp saman við makanum Hjalta, […]

Við hesum heldur samstarvið fram, sum hevur verið við til at styrkja karmarnar fyri bæði landsliðs- og breiddarhondbóltin. Sum stórstuðul hevur Effo verið sjónligt á flestu pallunum hjá HSF, bæði í sambandi við landsdystir, kappingar og tiltøk runt Føroyar.

Kemilux og Hondbóltssamband Føroya hava longt stuðulsavtaluna sínamillum. Kemilux verður við hesum framhaldandi at vera einum av stórstuðlunum hjá føroyskum hondbólti, hetta fram til 2028.

Lutakastini til U18- og U20 EM-endaspølini hjá monnum hava verið í dag. U18-landsliðið var í øðrum styrkislagi og kom í bólk F saman við Spania, Eysturríki og Finnlandi, meðan U20-landsliðið, sum var í triðja styrkislagi, kom í bólk B saman við Serbia, Sveis og Turkalandi.