Turið til topplið í Íslandi

Mikudagin gjørdu Turið Arge Samuelsen og Hondbóltsfelagið Haukar á Hafnarfirði avtalu um, at Turið spælir við besta kvinnuliðnum hjá Haukum kappingarárini 2018/19 og 2019/20.

– Eg havi leingið gingið við ætlanini um at royna meg uttanlands, og eftir níggu ár í bestu føroysku deildini, helt eg, at nú skuldi tað verða. Eg vænti at eg hevði angrað tað seinni í lívinum, um eg ongantíð hevði tikið av møguleikanum uttanlands, sigur Turið.

23 ára gamla havnadaman hevur hesa vikuna vant saman við besta kvinnuliðnum hjá Haukum. Venjingarnar eydnaðust sera væl, og støðið er høgt. Tey í íslendska felagnum eru hugtikin av ferðini, neyvu skotunum og kropsligu styrkini hjá Turið.

Haukar er eitt av toppliðunum í íslendsku kvinnudeildini. Liðið var nær við at vinna íslendska meistaraheitið í ár, men endaði fýra stig aftan fyri meistararnar úr Vali, tí Valur vann avgerandi innanhýsis dystin millum liðini ímóti kappingarloki. Haukar hevur hondbóltshøll, har pláss er fyri 2.000 áskoðarum.

Fyri føroyskan hondbólt er avtalan millum Haukar og Turið góð tíðindi. Ein av týðandi tættunum at menna føroyskan hondbólt er, at føroyskir spælarar fara uttanlands at royna seg. Ísland er stór hondbóltstjóð við drúgvum altjóða royndum, og møguleikarnir at mennast har eru góðir.

Venjari hjá Haukum er Elías Már Halldórsson, sum fyri fáum døgum síðan varð kosin hjálparvenjari hjá íslendska kvinnulandsliðnum aftrat venjarastarvinum hjá Haukum.

Íslendska landskappingin byrjar um hálvan september, og kvinnuliðið hjá Haukum fer á venjingarlegu í Spania í august.

Tríggir føroyingar fara at spæla bestu íslendsku kappingini næsta kappingarár. Umframt Turið, skal Allan Norðberg spæla við KA, har eisini Áki Egilsnes spælir.

Kvinnulandsliðið úttikið

6. februar 2026

Hesar skulu royna at vinna Føroyar til EM-undankappingardystin í 2026. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Portugal í Mars.

Leikaramenning við dreingir U12

4. februar 2026

Í dag hevur Mark Lausen verið og vitjað U12 dreingir í Bylgjuni í Runavík.

Atgongumerki til Føroyar – Portugal

2. februar 2026

Mikudagin 4. februar kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Portugal til sølu. Dysturin verður leiktur mikudagin 4. mars Við Tjarnir. Sølan verður á https://tix.fo/fo/vidtjarnir/buyingflow/tickets/632/1473/

Ein loysn frá Sendistovuni