U16-kvinnur: Reistu seg móti Hollandi

Føroysku U16-kvinnurnar reistu seg veruliga eftir ósigrarnar í gjár við einum frálíkum 23-23 javnleiki móti Hollandi.



Holland var annars undan dystinum mett sum sterkasta liðið í bólkinum, men gjørdu okkara bart í dag.
Føroyska liðið var fyri tað mesta aftanfyri í fyrra hálvleiki og fóru okkara til hálvleiks aftanfyri 11-9.

Okkara vóru tó betra liðið í seinna hálvleiki og vóru frammanfyri við tveimum seinastu løtuna og kundu havt vunnið dystin. Tíverri eydnaðist hetta ikki heilt, men má javnleikurin metast sum eitt gott úrslit fyri Føroyar.

Í morgin byrjar millumrundan og sær skráin soleiðis út:
Mikudagin kl. 15.30 Føroyar – Finnland
Hósdagin kl. 10.00 Ísland – Føroyar
Hósdagin kl. 14.00 Lettland – Føroyar
Fríggadagin kl. 08.00 Føroyar – Estlands

Úrslit og støður frá kappingini síggjast her:
W16 European Open (eurohandball.com)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rakul Borgarlíð Joensen 7
Silja Geirsdóttir Eystberg 5
Joan Johannesen 3
Bára Reginsdóttir 2
Katrin Hansen 2
Agatha Djurhuus 2
Ró Reginsdóttir 1
Sára Sóleyardóttir Hórðará 1

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni