U17-kvinnur: Greiður sigur á Finnlandi

Føroyar vann í morgun ein greiðan sigur á Finnlandi í kappingini um 5. plássið í EM-kappingini í Tbilisi, Georgia. Fyri at tryggja plássið skal Føroyar vinna móti Georgia í morgin. Úrslitið var 33-22 til Føroyar eftir 19-11 í hálvleikinum.
Finska liðið byrjaði dystin betri, men eftir støðuna 5-5 fór Føroyar fram um heili 10-5 og var munurin 8 mál í hálvleikinum. Sigurin var ongantíð í vanda í seinna hálvleiki og øktu okkara munin til 11 mál.

Føroyska liðið skal í morgin kl. 11.00 spæla um 5. plássið í kappingini móti Georgia.

Lea Mortensen Mørk var vald til dagsins leikara hjá Føroyum í dystinum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 7
Elsa Egholm 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5
Lea Mortensen Mørk 4
Lív Bentsdóttir Zachariassen 3
Natasja Hammer 3
Vár Bentsdóttir Zachariassen 2
Brynhild Pálsdóttir 2
Rannvá Olsen 1
Sára Sigrunardóttir 1

Úrslit og støður í kappingini síggjast her:
http://eurohandball.com/ech/01-02/17/women/2019/round/1/Championship+-+GEO

Myndir, stroyming o.a. sæst her:
https://w17ehf.geohandball.ge/

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni