U20-menn: Endaðu á flottum 10. plássi

Í kvøld spældu Føroyar ímóti Slovenia um 9. og 10 pláss í EM. Úrslitið var 28 – 25 til Slovenia, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 12 – 11.

Føroyska U-20 landsliðið hevur í kvøld sett punktum fyri fyrstu luttøkuna í EM endaspæli. Fasittið er, at Føroyar endaðu á tíggjunda plássi, og at Føroyar tryggjaðu sær rættin at luttaka í HM endaspælinum fyri U-21 landslið, sum frá 20. juni og fram til 2. juli í 2023 verður í Grikkalandi og Týsklandi.

Føroysku venjararnir lótu í kvøld fimm av teimum, sum higartil hava átt lyklaleiklutir, vera á beinkinum ella ikki at vera á listanum. Her verður hugsað um málverjan Paula Jacobsen, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og brøðurnar Óla og Paula Mittún. Hesin síðsti var lítla løtu á vøllinum, meðan eingin av hinum var á vøllinum í kvøld.

Í málinum var Alexandar Lacok, sum var sera stinnur og bjargaði 13 av 40 royndum. Toppskjúttar á føroyska liðnum vóru Bjarni í Selvindi, sum var kosin dagsins føroyski spælari, og Bogi Hansen, sum skoraðu fimm mál. Merkisvert er tað, at ikki færri enn tíggju spælarar vóru málskjúttar í kvøld.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Bjarni í Selvindi 5
Bogi Hansen 5
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Baldur Gillason 2
Janus Dam Djurhuus 2
Kristoffur Bjørgvin 2
Ovi Lützen 2
Sveinur Olafsson 1
Sakir Tróndarson Frýdal 1
Viktor Gaini 1

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni