U20-menn: Føroyar sótu við svartaperi

Hóast okkara góvu alt teir høvdu móti Spania, so rakk tað ikki, og Føroyar taptu 36-30, eftir hálvleiksstøðuna 18-16 til Spania. Við nýggja EM-kappingarleistinum røkkur hetta ikki til eitt topp 16 og HM-pláss, hóast Føroyar vóru betri enn fleiri aðrir 3´arar í bólkaspælinum.

Føroyar høvdu knívin á barkanum undan torføra dystinum móti verandi EM- og HM-meistarunum. Føroyar skuldu hava stig, um Føroyar skuldu koma í topp 16 og harvið vinna sær HM-pláss í 2025. Føroyar byrjaðu eisini væl og vóru frammanfyri eftir 5 minuttir. Okkara stríddust væl í verjuni, men var tað ógvuliga trupult at steðga nýklakta Champions League vinnaranum Petar Cikusa Jelicic úr Barcelona. Føroya spældu fyri tað mesta væl í álopinum, har serliga strikuspælið eydnaðist væl við Ísak Vedelsbøl á 7 málum í fyrra hálvleiki. Tað var tó eitt skot fyri bógvin, tá Tóki Fríðriksson sá reytt eftir 16 minuttir, tá hann av óvart rakti ein spanska leikara í andlitið. Føroyska liðið gjørdi heldur nógvar tekniskar villur, 8 í tali, í fyrra hálvleiki, og hetta revsaðu spaniólar. Spania var fyri tað mest frammanfyri við einum ella tveimum tað sum var eftir av hálvleikinum. Torstein Sivertsen kom í føroyska málið stutt fyri hálvleik, og hevði hann 4 góðar bjargingar beinanvegin. Hetta við til at halda Føroyum inni í dystinum. Liðini fóru til hálvleiks við Spania frammanfyri 18-16.

Føroyar byrjaðu illa í seinna hálvleki, har ov nógv mistøk vóru gjørd. Spaniólar vóru eirindaleysir hesa løtuna og struku avstað. Okkara brendu ov nógvar kjansir og var somuleiðis talið av tekniskum villum stóri munurin á liðunum í dag. Føroyar gjørdu 12, meðan spaniólar bert gjørdu tríggjar. Dysturin endaði 36-30 til Spania, og var hóast alt talan um eitt heiðurligt tap fyri Europa- og heimsmeistarunum.

Eftir dystin var Ísak Vedelsbøl kosin besti leikari hjá Føroyum. Ísak var heilt framúr í dag og gjørdi 11 mál uppá 11 royndir. Við úrslitinum í dag koma Føroyar at spæla um plássini 17 til 24 í kappingini. Sostatt rukku Føroyar ikki einum HM-plássið í 2025. Hepni hevur ikki verið við Føroyum í lutakastinum, har okkara endaðu í einum sera sterkum bólki. Hartil var nýggi kappingarleisturin ikki til føroyskan fyrimuns. Hóast Føroyar vóru millum 4 teir bestu 3´ararnar, so komu okkara ikki í topp 16, tí kappingarleisturin var soleiðis skipaður, at tað vóru tveir teir bestu 3´ararnir úr bólkunum ABC fyri seg og so DEF fyri seg. Her sótu Føroyar við svartperi, tá trý´ararnir úr bólkunum A og B vóru betri enn vit. Næsti dystur hjá Føroyum verður mándagin. Dystarskráin fyri komandi dystirnar kemur út seinni í kvøld. Allir dystir kunnu stroymast her: Start | handball-globe.tv

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U20 EM-endaspælinum síggjast her: M20 EHF EURO 2024 Slovenia (eurohandball.com)

Dystargongdin Spania – Føroyar
5 min. 3-4
10 min. 6-6
15. min. 10-8
20 min. 12-12
25 min. 15-14
30 min. 18-16
35 min. 22-18
40 min. 26-21
45 min. 29-22
50 min. 31-24
55 min. 33-26
60 min. 36-30

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 11 (4)
Ísak Vedelsbøl 11
Helgi Poulsen 2
Roi Seyer Hjaltason 2
Niklas Gaard 1
Óla Jákup Gaard Olsen 1
Rókur Ziskason 1
Høgni Heinason 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 35 min., 5 bjargingar bjargingar, 19 %
Torstein Sivertsen 25 min., 6 bjargingar, 28%

Fram við Fønix

11. november 2025

P/F Fønix hevur verið stuðul hjá føroyskum hondbólti síðani 2022 og stórstuðul síðani 2024. Sáttmálin er nú longdur til 2028. Fønix er fyritøka, sum m.a. selur alskyns útgerð innan trygd, sveising og gass, bæði til fyritøkur og privat.

HSF og Smyril Line samstarvað í 12 ár

5. november 2025

Hondbóltssambandið og P/F Smyril Line hava gjørt nýggja stuðulsavtalu og longt verandi samstarv fram til 2028. Tá hava partarnir fylgst og samstarvað í 12 ár.

HM-liðið úttikið

3. november 2025

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í HM-endaspælinum í Týsklandi og Niðurlondum.

Ein loysn frá Sendistovuni