Dragan Brljevic nýggjur kvinnulandsliðsvenjari

Hondbóltssambandið hevur sett Dragan Brljevic sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum hjá kvinnum. Sáttmálin er galdandi fram til juli 2022.

Dragan Brljevic er 56 ár og er úr Kroatia. Dragan Brljevic hevur í mong ár búð í Svøríki, har  hann upprunaliga kom sum elituspælari. Síðani 2010 hevur hann staðið á odda fyri liðnum LUGI í bestu svensku kvinnudeildini. Í 2013 og 2017 gjørdist Dragan Brljevic ársins venjari í svensku kvinnudeildini. Dragan hevur bæði svenskar og kroatiskar venjaraútbúgvingar. Hann gjørdist liðugur við sína EHF Master Coach-útbúgving í summar. Dragan er komin til Føroya sum venjari hjá besta mans- og kvinnuliðnum hjá Kyndli.

– Eg havi havt møguleikan at síggja flestu kvinnuleikararnir í dysti og eg síggi stórar menningarmøguleikar í teimum. Eg gleði meg til eina spennandi uppgávu og fara vit serliga at leggja dent á einstaklingamenning. Vit koma at arbeiða langskygt og eg gleði meg til fyrstu venjingarnar, sigur Dragan Brljevic.

– Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um nýggja sáttmálan. Dragan hevur verið stutt í Føroyum, men hava dygdir hansara longu verið eyðsýndar. Dragan hevur góðar og drúgvar royndir og eru hugsarnir hansara um hondbólt og menning í trá við okkara hugsjónir í HSF.

Dragan byrjar í starvinum 1. november ella so skjótt arbeiðsloyvið er komið uppá pláss.

Kvinnulandsliðið skal spæla HM-undankapping 4. – 5. desember móti ávikavist Sveis og Hvítarusslandi. Dystirnir verða í Minsk í Hvítarusslandi.

Kempaðu til tað seinasta

3. desember 2024

Tað endaði 33-24 til Danmark, men okkara taptu seinna hálvleik við bert einum máli. Í hálvleikinum var Danmark á odda 15-7, og eitt skiftið var Danmark á odda 24-12 í seinna hálvleiki, og tá byrjaði at síggja ljótt út, men føroysku kvinnurnar stríddust av øllum alvi til tað seinasta, tí hvørt mál taldi í mun til framtíðari […]

Søguligt EM-stig í hús

1. desember 2024

Við einari krútsterkari verju og frálíkum málverjaspæli frá Anniku Fríðheim Petersen, fekk føroyska kvinnulandsliðið fyrsta stigið í einum EM-endaspælið. Kroatia og Føroyar leiktu javnt, 17-17, eftir hálvleiksstøðuna 9-8 til Kroatia.

Tveir ymiskir hálvleikir

29. november 2024

Føroysku kvinnurnar ergra seg eftir tepra, 28-25, tapið fyri Sveis í fyrsta dystinum í EM-endaspælinum. Hálvleiksstøðan var 13-7 til Sveis. Føroyska verjan og málverjarnir vóru góðir, men føroyska liðið tóktist nerva í fyrra hálvleiki, og álopsspælið var stirvið við ov nógvum villum.

Ein loysn frá Sendistovuni