Silikal á landsliðsblusuni

Ein av nýggju stórstuðlunum, sum síggjast á landsliðsblusuni hjá Føroyum, er Sp/f Silikal Føroyar, sum er dóttirfelag Sp/f Kjølur. Tað er Hans Arni Bjarnason Thomsen, sum er stjóri í fyritøkuni, sum hevur heimstað í Klaksvík. Høvuðsvirksemi hjá fyritøkuni er veitan av industrigólvum og liggur slitsterka silikalgólvið á í mongum av stóru virkjunum í ali- og fiskivinnuni kring landið.

Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, var fyri kortum norðuri í Klaksvík og vitjaði hjá Silikal, har sáttmálin varð undirskrivaður saman við Hans Arna Thomsen. Gunn viðmerkir stutt til sáttmálan, “tað er ótrúliga stuttligt at merkja tann stóra uppbakningin, sum er til landsliðshondbóltin og feløgini kring landið. Tað er saman við tílíkum sterkum viðleikarum og vit flyta okkum frameftir.” Hans Arni Thomsen, stjóri í Silikal Føroyar, er sjálvur hondbóltsspælari, áður í Kyndli og nú í Team Klaksvík. “Tað er ein sannroynd, at tað eru nógv sum arbeiða hugalig kring alt landið fyri at lyfta hondbóltin. Vit síggja dagliga jaligu árini av hesum í nærumhvørvinum hjá okkum í Klaksvík, samstundis sum tað er so ótrúliga stuttligt at síggja okkara landslið blíva betri og betri. Hetta er nakað vit hjá Silikal Føroyar gjarna vilja stuðla.”

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni