U21-menn: Lunkað tap fyri dønum

Eitt góðkent avrik, men hvørgan liðið spældi sín besta dyst í kappinini í dag. Tað vitna fáu málini um. Føroyingar høvdu allar møguleikar at volda dønum neisir, men danski málverjin hevði takið á okkara og vunnu danir 26-23, eftir 13-10 til danir í hálvleikinum.

Føroyar byrjaðu við 5-1 verju og við 7 móti 6 í álopinum. Føroyingar brendu tó fyrstu tríggjar atsóknirnar, men tað gjørdu danir tíbetur eisini. Pauli Jacobsen byrjaði væl í føroyska málinum við trimum bjargingum og spældi hann ein góðan hálvleik saman við verjuni. Pauli hevði eitt bjargingarprosent á 40 í fyrra hálvleiki. Føroyingar vóru tó ikki nóg effektivir í álopinum, har 6 stórir kjansir vóru brendir í fyrra hálvleiki og skoringsprosenti var heilt niðri á 40. Aftur var trupulleikin at fáa mál á uttarusíða av høgrabakki, har 4 stórir kjansir vóru brendir. Danski málverjin stóð eisini væl við 50 prosentum. Ísak Vedelsbøl, føroyski strikuleikarin, spældi ein góðan hálvleik við 4 málum og góðum verjuspæli. Liðini fóru til hálvleiks við 13-10 til Danmark.

Seinni hálvleikur var líkur fyrra, har okkara byrjaðu við at brenna tveir púra fríar kjansir. Føroyska verjan stóð tó væl saman við Paula í málinum og høvdu danir trupult við at fáa mál. Okkara vunnu seg um miðjan hálvleik uppá javnt og høvdu allar møguleikar at koma fram um, tá okkara høvdu yvirtal, brotskast og fríar kjansir, men tóku ikki av. Dysturin koppaði aftur til danir, sum vunnu 26-23.

Eftir dystin var danski málverjin kosin besti leikari í dystinum. Hann hevði eitt bjargingarprosent á heili 47%.

Føroyar skulu í morgin spæla um 7. pláss í kappingini móti antin Kroatia ella Portugal. Tann dysturin byrjar kl. 9.00, føroyska tíð.

Lesið alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her:
IHF | Competition Home Page

Dystargongdin:
5 min. 2-0
10 min. 5-4
15 min. 7-7
20 min. 9-8
25 min. 12-9
30 min. 13-10
35 min. 13-12
40 min. 15-14
45 min. 16-15
50 min. 19-17
55 min. 23-20
60 min. 26-23

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (1)
Bjarni í Selvindi 5
Ísak Vedelsbøl 5
Hákun West av Teigum 4
Óli Mittún 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Janus Dam Djurhuus 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 37%

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni