U19-landsdystir komandi vikuskiftið

Komandi vikuskiftið kemur íslendska U19-manslandsliðið á vitjan til tveir venjingardystir móti Føroyum. Dystirnir vera ávikavikst leygardagin á Eiði og sunnudagin í Vestmanna. Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo

Dystirnir liggja soleiðis:
Leygardagin 22. juli á Eiði
kl. 16.00 U19-menn Føroyar – Ísland

Sunnudagin 23. juli í Vestmanna
kl. 16.00 U19-menn Føroyar – Ísland

Dystirnir eru liður í fyrireikingunum til U19 HM-endaspælið, sum verður í Kroatia 2. – 13. august. Føroyar eru í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki.

Hesir eru úttiknir til landsdystirnar:

Málverjar:
Leivur Joensen, VÍF
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, H71
Rói Seyer Hjaltason, H71
Sofus í Selvindi, StÍF

Høgri vengur:
Niklas Gaard, BSH
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF

Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Rókur Ziskason, H71
Høgni Højsted, H71
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Búi Djurhuus Poulsen, GGIF Grindsted
Tróndur Johnsson, VÍF

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni