European Cup lutakastið

Lutakast hevur verið til European Cup hjá monnum og kvinnum, har H71, VÍF, Team Klaksvík og Neistin luttaka hjá monnum og H71 og Neistin hjá kvinnum.

Lutakastið háttaði seg soleiðis:

Kvinnur 2. umfar:
Handball Erice (Italia) – H71
Cascada HC Garliava (Litava) – Neistin

64 lið luttaka í kappingini og verður byrjað við øðrum umfarið, sum verður leikt í viku 38 og 39, síðst í september.

Menn 1. umfar:
Holon Yuvalim HC (Ísrael) – Neistin
Team Klaksvík – RK Sloboda (Bosnia Hersegovina)

Menn 2. umfar:
Handball Esch (Luksemborg) – VÍF
MRK Trogir (Kroatia) – H71
Team Klaksvík/RK Sloboda – Maccabi Rishon Lezion (Ísrael)
Holon Yuvalim HC/Neistin – BK-46 (Finnland)

76 lið luttaka í kappingini og verður byrjað við fyrsta umfarið í viku 36 og 37, í fyrru helvt av september. Team Klaksvík og Neistin eru styrkismett at spæla í fyrsta umfari, meðan H71 og VÍF eru hægri styrkismett og koma uppí kappingina í øðrum umfari, sum verður leikt í oktober, í viku 41 og 42.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni