U18-menn skulu til EM2024

Tað er nú greitt, at ungu føroysku mennirnir, føddir í 2006 og 2007, skulu spæla í EM-endaspælinum í Montenegro august í 2024.

EHF hevur frá komandi ári víðka ungdóms-EM frá 16 til 24 lið, og tískil er undankappingarleisturin eisini broyttur fyri U18-kappingina. Ovastu 8 styrkismettu londini frá trimum teimum seinastu U18 EM eru beinleiðis við, meðan restin vinna seg í kappingina, antin ígjøgnum styrkismetingina hjá EHF, alt eftir hvussu nógv lond skráseta seg til kappingina, ella í undankapping í januar

8 ovastu styrkismettu londini frá trimum teimum seinasta U18 EM-endaspølunum eru beinleiðis við. Tey eru Spania, Svøríki, Týskland, Kroatia, Danmark, Ísland, Ungarn, Slovenia.

Hartil koma londini styrkismett 9-13 beinleiðis við í kappingina hesaferð. Hetta talið kann variera frá kapping til kapping. Hesi eru hesaferð Portugal, Noreg, Frakland, Serbia og Føroyar. Montenegro kemur við sum land nr. 14, tá teir hýsa kappingini. Montenegro er annars styrkismett sum nr. 20.

Seinastu 10 plássini í endaspælinum verða avgjørd við undankapping í januar, har 20 lond luttaka.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni