U19-menn: Sigur á Íslandi

Føroysku U19-mennirnir vunnu fyrra av venjingardystunum móti Íslandi hetta vikuskiftið. Dysturin, sum var leiktur á Eiði, endaði 36-33 til Føroyar, eftir at okkara vóru á odda í hálvleikinum, 18-17.

Hetta er triðju ferð at Føroyar og Ísland møtast í hesum árganginum. Føroyar hava vunnnið tvær ferðir, og er tað einaferð enda við javnleiki. Seinast liðini møttust var til EM-endaspælið í Montenegro í fjør í dystinum um 9. pláss. Tá vann Føroyar við tveimum málum.

Føroyska liðið byrjaði dystin illa í dag og vóru fyrstu trý álopini tveitt burtur. Sasha Lacok hevði tó fleiri bjargingar í føroyska málinum, og helt hann okkara inni í dystinum fyrstu løtuna. Føroyska liðið kom tú skjótt fyri seg og longu eftir 10 minuttir vóru okkara frammanfyri aftur. Óli Mittún var stýrandi í bakketuni saman við Ísak Vedelbøl á strikuni, saman fingu teir fleiri góð mál. Føroyska liðið vann seg fram um, og vóru okkara frammanfyri við millum einum og trimum málum fram til hálvleiks.

Okkara byrjaðu seinna hálvleik við at brenna heldur illa og vunnu íslendingar seg nú uppá javnt. Liðini fylgdust eina løtu, áðrenn okkara vunnu seg fram um aftur og fóru spakuliga at økja. Leivur Joensen kom inn í føroyska málið og hevði hann fleiri góðar bjargingar í seinna hálvleiki. Íslendska liðið vandaði sær nógv um Óla Mittún og hetta gav betri pláss til Rók Ziskason, sum stóð seg væl. Føroyski sigurin kom ongantíð í vanda og vunnu okkara 36-33.

Liðini møtast aftur í morgin í Vestmanna kl. 16.00. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

Føroyska liðið skal í august mánaði spæla HM-endaspæl í Kroatia, har Føroyar eru í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki.

5 min. 1-4
10 min. 6-5
15 min. 9-7
20 min. 14-11
25 min. 16-13
30 min. 18-17
35 min. 19-19
40 min. 23-22
45 min. 26-24
50 min. 31-27
55 min. 34-30
60. min. 36-33

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 11
Ísak Vedelsbøl 7
Rókur Ziskason 7
Jákup Egholm 4
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Niklas Gaard 3
Rói Seyer Hjaltason 1

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni