U19-menn: Ísland vann seinna dystin

Føroysku U19-mennirnir taptu seinna venjingardystin móti Íslandi, 33-30, í Vestmanna í dag. Hálvleiksstøðan var 13-13.

Tað var Ísland, sum var omaná størsta partin av dystinum í dag. Nógv mál komu í dystinum í gjár og var tað eyðsýnt, at bæði liðini vildu betra um verjupartin í dag. Hetta hepnaðist heldur betri hjá íslendingum, sum vóru omaná við 1-2 málum tað mesta av fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki vóru íslendingar væl betri og vóru eitt skifti á odda við 6, áðrenn okkara minkaðu um munin aftur. Føroysku venjararnir royndu fleiri uppstillingar í dag, og vóru ávísir leikarar, sum ikki leiktu eins nógv í dag sum í gjár m.a. Óli Mittún og Rókur Ziskason, sum vóru hvíldir í løtum.

Samanumtikið var talan um tveir sera góðar og gevandi fyrireikingardystir undan HM-endaspælinum, sum byrjar 3. august í Kroatia.

Dystargongdin:
5 min. 2-2
10 min. 4-4
15 min. 6-8
20 min. 9-10
25 min. 11-11
30 min. 13-13
35 min. 14-14
40 min. 15-18
45 min. 18-23
50 min. 22-26
55 min. 26-30
60. min. 30-33

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 8
Óla Jákup Gaard Olsen 8
Jákup Egholm 3
Trygvi Hávardsson 3
Ísak Vedelsbøl 2
Tóki Fríðriksson 2
Niklas Gaard 1
Rói Seyer Hjaltason 1
Tróndur Johnsson 1
Eyðbjørn Danielsen 1

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni