Nú byrjar U19 HM-endaspælið hjá monnum

Komandi 12 dagarnar fara 32 lond, harímillum Føroyar, at kappast um U19 heimsmeistaraskapið í hondbólti hjá monnum. Kappingin verður í leikt í Kroatia. Fyrsti dystur hjá Føroyum er í morgin móti Burundi.

Føroyska ferðalagið ferðast í dag úr Danmark til Opatija í Kroatia, har innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður leiktur. Føroyar eru í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki.

Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 2. august kl. 18.00 Føroyar – Burundi
Hósdagin 3. august kl. 18.00 Føroyar – Iran
Leygardagin 5. august kl. 18.00 Svøríki – Føroyar

Allir dystir kunnu stroymast á youtube síðuni hjá IHF, sum eitur “IHF Competitions”.Sí leinki her:
IHF Competitions – YouTube
Portal.fo verður eisini til staðar til kappingina frá hósdegnum 3. august. Lesið annars alt um kappingina her, úrslit, støður og hagtøl: IHF | Competition Home Page

Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki koma víðari til meginumfarið, meðan nr. 3 og 4 skulu spæla sonevnda Presidents Cup, sum er um plássini 17-32. Eftir innleiðandi bólkaspælið verður bólkurin hjá Føroyum samantvunnin við bólk G, har Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA kappast.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni