European Cup lutakastið

Lutakast hevur verið til European Cup hjá monnum og kvinnum, har H71 og VÍF luttaka hjá monnum og kvinnum.

Lutakastið háttaði seg soleiðis:

Kvinnur 1. umfar (reelt 2. umfar):
Jomi Salerno (Italia) – VÍF
H71 – Cyview Developers Latsia (Kýpros)

64 lið luttaka í kappingini og verður byrjað við øðrum umfarið, sum verður leikt í viku 40 og 41, fyrst í oktober.

Menn 2. umfar:
VÍF – Handball West Wien (Eysturríki)
H71 – SSV Brixen Handball (Italia)

20 lið spæla í 1. umfarið, men koma føroysku liðini uppí í 2. umfarið, har 64 lið koma at kappast. Leikt verður í viku 42 og 43.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni