Vunnu týdningarmikið stig

Leivur Mortensen skoraði í seinastu sekundunum og tryggjaði Føroyum ein týdningarmiklan javnleik, 32-32, móti Niðurlondum, eftir at Føroyar vóru á odda 18-14 í hálvleikinum.

Føroyar vóru betri liðið í fyrra hálvleiki, men mistu góða stiman í seinna hálvleiki. Villur snýktu seg í føroyska spælið og verjan fekk ikki rættiliga fatur saman við málverjunum. Hóast okkara kunnu iðra seg, so lá sigurin til niðurlendingar seinastu løtuna, tá teir vóru frammanfyri við tveimum, men bjargaði Leivur Mortensen tí eina stigum á vinstra vongi í seinastu sekundunum.

Kenslan var blandað eftir dystin. Føroyar vóru nær við at fáa tvey stig móti einari góðari hondbóltstjóð, hóast alt ikki riggaði yvir 60 minuttir. Hóast hetta fingu okkara annað stigið, sum kann vísa seg at blíva týdningarmikið seinni í dystinum um EM-plássini.

Eftir dystin var Elias Ellefsen á Skipagøtu kosin dagsins leikari hjá Føroyum. Elias gekk undan allar 60 minuttirnar og var eisini føroyskur toppskjútti við 11 málum. Liðini møtast aftur í Almere í Niðurlondum komandi sunnudag kl. 14.00, føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11
Hákun West av Teigum 7
Óli Mittún 5
Teis Horn Rasmussen 4
Leivur Mortensen 3
Allan Norðberg 2

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni