Kunning til áskoðarar

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomin til fyrsta kvinnulandsdystin við Tjarnir, tá Litava kemur á vitjan í morgin, 9. apríl 2025, kl. 19:00.

Stórur áhugi er fyri dystinum, og út við 3000 áskoðarar koma at vera til dystin. Dyrnar við Tjarnir lata tí upp longu kl. 16:30. Upphiting verður í høllini, har Jens Marni fer at spæla og verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka. Har verður sjálvandi eisini møguleiki at fáa andlitsmáling og søla verður av fjepparalutum.

Kom í góðari tíð!
Í løtuni ber einans til at koyra til stórhøllina umvegis rundkoyringina við Eysturoyartunnilin. Roknast kann við, at nakað av ferðslu verður niðan til høllina, tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð.

Hóast tað eru fleiri enn 600 parkeringspláss uttanfyri stórhøllina, so vilja vit heita á, at fólk royna at savnast í fleiri bilum, tí royndirnar frá undanfarnu tiltøkum í høllini eru, at stórt trýst er á bæði ferðsluni og parkeringsplássunum.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni