Málverjadagar í heystfríðtíðini

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Á skránni vera framløgur, undirvísing, teknisk og taktisk venjing saman við øðrum málverjum.

Mánadagin, 13. oktober 2025, er venjing er fyri málverjar, ið eru føddir millum 2012 og 2015.

Týsdagin, 14. oktober 2025, er venjing fyri málverjar, ið eru føddir millum 2007 og 2011.

Tað eru Mladen Mjerimacka, HSF málverjamennarim, saman við málverjavenjarum hjá ungdómslandsliðunum, ið skipar fyri degnum.

Skeiðið kostar 195 kr., íroknað máltíð, og kann keypast her:
Málverjar 2012 – 2013 – 2014 – 2015
Málverjar 2007 – 2008 – 2009 – 2010 – 2011

Luttakararnir skulu sjálvir hava bólt og drekkidunk við.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni