Elektron nýggjur stuðul hjá HSF

Ulla Joensen, stjóri í Elektron, og Andrass Thomsen, stjóri í HSF, hittust herfyri á Staravegi 9, heimstaðnum hjá Elektron, har tey skrivaðu undir sáttmálan.

Elektron hevur seinastu árini økt sítt virksemi innan hýsingartænastur og menning við serligum fyriliti fyri trygd og góðsku. At røkka ISO-27001:2022 sertifisering sum fyrsta og einasta fyritøka av sínum slag í Føroyum er eitt týðiligt prógv um hesa jaligu gongd og hágóðskuloysnir sum heild.  Við samstarvinum verður Elektron partur av netverkinum av føroyskum fyritøkum, sum stuðla menningini av føroyskum hondbólti. Mongu nýggju landsliðsblusurnar, sum myndaðu hondbóltslandslagið í Oslo undir EM-endaspælinum bera allar Elektron á høgru ermu.

Sáttmálin er galdandi til 2028.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni