Kvinnulandsliðið til HM-undankapping

A-landsliðið við kvinnum skal um vikuskiftið spæla HM-undankapping í Sveis. Føroyar eru í bólki við Finnlandi, Litava og verttjóðini. 

Føroyski landsliðhópurin fór úr Føroyum í morgun og er komin væl upp á pláss í sveisiska býnum Baden, har landsdystirnir verða leiktir.

Fyrsti dysturin hjá Føroyum er móti Finnlandi. Føroyska kvinnulandsliðið var eisini í bólki við Finnlandi til EM-undankappingina í fjør. Tá vunnu Føroyar 20-17.

Føroyar hava eina ferð áður spælt móti Litava; tað var í 2004. Tá taptu Føroyar við trimum málum. Føroyar hava ongantíð spælt móti Sveis, ið verður mett at vera tað sterkasta liðið í bólkinum.

Dystarskrá
Fríggjadagur: Føroyar – Finnland, kl. 15.30
Leygardagur: Litava – Føroyar, kl. 15.30
Sunnudagur: Sveis – Føroyar, kl. 14.00 og

Allir dystirnir kunnu síggjast á www.handballtv.ch og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni