A-landsliðið hjá monnum er úttikið

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Ukraina og Kekkia, sum ætlandi verða 10., 12. og 14. mars.

Talan er um eina tætta leikskrá, nú føroyska liðið hevur tveir útsettar dystir móti Kekkia hangandi. Føroyska liðið skal fyrst spæla á útivølli í Kiev móti Ukraina mikudagin 10. mars. Síðani ferðast liðið til Kekkia, har liðið skal spæla útsetta útidystin móti Kekkia fríggjadagin tann 12. mars og sunnudagin 14. mars spæla okkara heimadystin móti Ukraina. Heimadysturin verður í Høllini á Hálsi.

Tveir nýggir leikarar eru millum teir 17, sum eru úttiknir. Talan er um ungu Hákun West av Teigum, sum dagliga spælir í Skanderborg Håndbold í bestu donsku deildini og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spælir í IK Sävehof í bestu svensku deildini.

Hesir eru teir 17 úttiknu til dystirnar móti Ukraina :

Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Rói Berg Hansen, HØJ
Sjúrður Olsen, VÍF
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof

Seinastu tríggir EM-undandystirnir verða ætlandi leiktir í viku 17, mánaðarskiftið apríl/mai.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni