Tilmelding til Faroe Islands Handball Cup 2021

Faroe Islands Handball Cup 2021 verður í døgunum 2. til 4. august 2021. Eins og í fjør, so verður Faroe Islands Handball Cup fyri aldurbólkarnir frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir.

Faroe Islands Handball Cup bjóðar tríggjar dagar við hondbóltsspæli, har spælt verður í Marghøllini (og møguliga í Vágs Høll) í Vági í døgunum 2. til 4. august 2020.

Flestum kunnugt, so er Faroe Islands Handball Cup nógv meiri enn bara hondbóltur. Luttøka á Faroe Islands Handball Cup fara eisini at geva tykkum upplivingar fyri lívið í framúr góðu umstøðunum í Vági, bæði í hallum, í nærumhvørvinu, á fjørðinum og úti í náttúruni annars. Kvøldini verða merkt av hugna og samveru, har tey ungu njóta løturnar saman í Vági.

Umframt hondbólt, so ber til at svimja í Páls Høll, klatra á klatrivegginum í Marghøllini, at fara til leikaland, í diskotek í VB-húsinum, og mangt annað. Fyri foreldur og vaksin er Faroe Islands Handball Cup eisini ein framúr stevna við tilboðum á matstøðum og kafeum, í handlum og ikki minst innan ferðavinnuna.

Faroe Islands Handball Cup skipar fyri gisting, máltíðum og fyri flutningi yvir í Marghøllina og aftur.

Tilmelding til Faroe Islands Handball Cup 2021 er byrjað og tilmeldingin fer fram her á heimasíðuni HER. Tilmeldingarfreistin er 1. juni 2021.

Les meiri um kostnaðir og annað HER

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni