Atgongumerki til Føroyar – Eysturríki

EM-undankappingin hjá A-landsliðnum við monnum byrjar í oktober og atgongumerki til fyrsta heimadyst eru nú til sølu.

Read more: Atgongumerki til Føroyar – Eysturríki

Føroyar hitta Eysturríki í Høllini á Hálsi sunnudagin tann 16. oktober.

Fyrsti dystur í undankappingini er á útivølli móti Ukraina fýra dagar frammanundan, tann 12. oktober. Orsakað av ófriðinum í Ukraina, verður tann dysturin spældur í Aschaffenburg í Týsklandi.

Føroyar eru í bólki við Eysturríki, Ukraina og Rumenia.

Atgongumerki til Føroyar – Eysturríki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Skundið tykkum! Til seinasta landsdystin í vár var útselt.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni