Nú ungdóms EM og HM eru farin afturum, hevur EHF kunngjørt styrkilistarnir fyri ungdómshondbólt. Føroyar eru nr. 8 samanlagt og nr. 4 á dreingjasíðuni. Les meira …


Nú ungdóms EM og HM eru farin afturum, hevur EHF kunngjørt styrkilistarnir fyri ungdómshondbólt. Føroyar eru nr. 8 samanlagt og nr. 4 á dreingjasíðuni. Les meira …

Eftir ein javnan fyrra hálvleik, gjørdu Føroyar bart við góðum 7 móti 6 spæli í seinna hálvleiki og vunnu dystin móti Tunesia um 19. plássið í HM-endaspælinum. Úrslitið gjørdist 32-28, eftir at Tunesia var á odda 13-12 í hálvleikinum.

Hóast Føroyar spældu heilt væl í fyrra hálvleiki, so mistu okkara púra takið í seinna hálvleiki og taptu greitt fyri Portugal, 39-28, eftir javnleik 17-17 í hálvleikinum.

Føroyar vunnu sær javnleik, 26-26, móti Argentina í seinastu sekundunum og vunnu harvið bólkin í millumrunduni í HM President´s Cup og koma harvið at spæla um 17. – 20. pláss av 32. Hesir dystirnir verða hósdagin og fríggjadagin.

22. august er seinasta freist at keypa atgongumerki til HM-endaspælið hjá kvinnum í Trier. Hetta er um tú vil tryggja tær atgongumerki ígjøgnum leinki hjá HSF og sita saman við føroyingunum.

Tað var skjótt greitt, at talan var um ein avgreiðsluspurning, tá føroysku U19-mennirnir møttu Meksiko í HM-endaspælinum í dag. Meksiko hevur verið millum veikastu liðini í kappingini higartil og gjørdist eisini talan um ein føroyskan stórsigur á 41-16, eftir 19-16 til Føroyar í hálvleikinum.

Føroysku U17-kvinnurnar taptu seinastu dystin í EM-endaspælinum í morgun. Dysturin móti Turkalandi um 23. pláss endaði við 31-26 tapi, eftir 17-12 til Turkaland í hálvleikinum. Kappingin hevur verið lærurík, men eydnaðist tað tíverri ikki U17-kvinnnunum at vinna nakran dyst, og endaðu tær við hesum aftast.

Føroysku U19-mennirnir greiddu sína skyldu og vunnu greitt, 33-17, móti Uruguay, eftir 13-7 til Føroyar í hálvleikinum. Føroyar kundu komi víðari til meginumfarið, um Føroyar vunnu stórt og Týskland taptu mótu Slovenia, men hetta gjørdist ikki, tá Týskland vann á Slovenia.

Ein undarligur dystur! Føroysku U17-kvinnurnar sýndu sítt best spæl higartil í EM-endaspælinum og vóru frammanfyri 17-10 í hálvleikinum, men bráðnaðu heilt í seinna hálvleiki og taptu 31-28 fyri Norðurmakedonia.

Føroysku U19-mennirnir reistu seg veruliga í dag, eftir stórtapið fyri Slovenia fyrradagin. U19-mennirnir spældu ein av teirra allarbestu dystum og fingu javnleik móti hondbóltsrisanum Týsklandi. Úrslitið gjørdist 28-28, eftir at Týskland var frammanfyri 15-13 í hálvleikinum.