Føroyar vunnu við trimum málum, tá Slovenia var mótsstøðuliðið til HM-endaspælið í fjør. Lagt varð upp til eina tætta hálvfinalu, og tað gjørdist so sanniliga ein slík í Litava í kvøld. Føroyar vunnu 37-36 eftir brotakast kapping.


Føroyar vunnu við trimum málum, tá Slovenia var mótsstøðuliðið til HM-endaspælið í fjør. Lagt varð upp til eina tætta hálvfinalu, og tað gjørdist so sanniliga ein slík í Litava í kvøld. Føroyar vunnu 37-36 eftir brotakast kapping.

Føroysku U19-kvinnurnar taptu fyri løtu síðani 29-28, móti kappingarfavorittunum Spania. Hálvleiksstøðan var 16-13 til Føroyar. Føroyar eru tó víðari til hálvfinaluna sum nr. 2 og verður greitt seinni í dag, hvørjar okkara møta leygardagin, Slovenia, Litava ella Estlandi.

Føroysku U19-kvinnurnar vunnu aftur stórsigur í dag, tá okkara vunnu 40-22 á Turkalandi, eftir hálvleiksstøðuna 21-11. Við hesum eru Føroyar tryggjaðar pláss í hálvfinaluni og verður dysturin hósdagin móti Spania avgerandi fyri, hvør verður nr. 1 og 2 í bólkinum.

Við stórsigri, 46-24 á Bulgaria, hava føroysku U19-kvinnurnar fingið eina góða byrjan uppá EHF Championship kappingina í Litava. Føroyar vóru frammanfyri 22-8 í hálvleikinum.

Í dag ferðast U19-kvinnurnar til Litava, har tær komandi vikuna skulu kappast í EHF Championship kapping, sum verður leikt í Klaipeda.

Sum vanligt eftir tílíkar kappingar var eitt all star kosið. Har var Jákup Egholm kosin til besta vinstra vong í kappingini.

Føroysku U17-menninir taptu dystin um 9. pláss í European Open í dag. Kekkia vann dystin 23-21, eftir at Kekkia var frammanfyri 10-9 í hálvleikinum. Harvið endaðu Føroyar sum nummar 10 av 20 liðum í ársins European Open.


Føroysku U17-mennirnir spældu sín lakasta dyst í European Open higartil í morgun. Dysturin móti veikasta liðnum í bólkinum, Belgia, endaði javnur 21-21, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 13-11 í hálvleikinum.

Føroysku U17-menninir hava spælt seg í eina góða støðu í millumumfarinum í European Open í dag. Við 31-27 sigri á Litava og 27-27 javnleiki móti Noreg liggja Føroyar fremst í bólkinum. Vinna Føroyar dystin móti Belgia í morgin, vinna Føroyar bólkin og koma at spæla í Scandinavium um 9. plássið í European Open.