Føroysku U17-kvinnurnar taptu EHF Championship hálvfinaluna fyri Slovenia. Dysturin endaði 31-25, eftir hálvleiksstøðuna 15-11. Føroyar skulu nú spæla móti Litava um triðja pláss í kappingini.


Føroysku U17-kvinnurnar taptu EHF Championship hálvfinaluna fyri Slovenia. Dysturin endaði 31-25, eftir hálvleiksstøðuna 15-11. Føroyar skulu nú spæla móti Litava um triðja pláss í kappingini.

Eydnan hevur ikki verið við føroysku U19-monnunum í gjár og í dag. Føroyska liðið tapti plaseringsdystin móti Portugal 41-40, eftir brotskastkapping. Vanligi dysturin endaði 35-35, eftir at hálvleiksstøðan var 19-17 til Føroyar. Føroyar skulu nú spæla um 7. pláss í HM-endaspælinum sunnudagin.

Dagsins tap í HM-fjórðingsfinaluni svíður. Føroyar taptu 38-34 fyri Egyptalandi, eftir at dysturin endaði 31-31 eftir vanliga leiktíð. Hálvleiksstøðan var 13-13. Tapið svíður, tí okkara vóru frammanfyri 31-28, tá bert ein minuttur og 15 sekund restaðu, men vóru tíverri óneyvir og óhepnir seinasta minuttin og Egyptaland javnaði í seinasta sekundi.

Føroysku U17-kvinnurnar megnaðu ikki at gera nógv við sponsku kappingarfavorittarnar. Føroyar taptu greitt 38-18, eftir hálvleiksstøðuna 20-10 til Spania. Okkara eru, hóast tapið, víðari til hálvfinalurnar, sum nummar 2 í bólkinum.

Talan var ikki um besta avrikið hjá føroysku U17-kvinnunum fyrrapartin, tá tær leiktu javnleik, 24-24, móti Luksemborg. Hálvleiksstøðan var 14-12 til Luksemborg. Javnleikurin kann tó blíva týdningarmikil fyri Føroyar í dystinum um at koma víðari úr bólkinum.

Tað var eitt sera hugsavnað føroyskt U19-landslið, sum vant burturúr Saudi Arabia í dag. Føroyar vunnu heili 41-23, eftir hálvleiksstøðuna 22-11. Við hesum eru Føroyar í U19 HM-fjórðingsfinaluni, sum verður leikt hósdagin.

Við einum megnar liðavrikið, skakaðu føroysku U19-mennirnir hondbóltsrisan Týskland og vunnu 30-28, eftir hálvleiksstøðuna 12-10 til Føroyar. Føroyar eru sostatt enn við í dystinum um plássini í fjórðingsfinalunum.

Dysturin millum U17-kvinnurnar hjá Føroyum og Ísrael var ongantíð spennandi, til tess var munurin á liðunum alt ov stórur. Føroyar vunnu trygt, 38-22, eftir hálvleiksstøðuna 22-9.

Føroysku U19-mennirnir spældu ein rimmar dyst og bastu silvurvinnarunum frá EM fjør, Svøríki. Úrslitið gjørdist 34-31, eftir javnleik 14-14 í hálvleikinum. Føroyar eru harvið víðari til meginumfarið, har Týskland og Saudi Arabia bíða. Svøríki er úti av topp 16.

Føroysku U17-kvinnurnar sigraðu á Grikkalandi í fyrsta dystinum í EHF Championship kappingini í Baku í Aserbadjan. Føroyar vunnu 27-22, eftir hálvleiksstøðuna 16-8 til okkara. Føroyska liðið vísti góða breidd, har nógvar bjóðaðu inn bæði í verju og álopi.