Komandi 9 dagarnar skulu føroysku U17-kvinnurnar kappast í EHF Championship kapping í Baku í Aserbadjan. Fyrsti dystur hjá Føroyum er í morgin, leygardagin, móti Grikkalandi.


Komandi 9 dagarnar skulu føroysku U17-kvinnurnar kappast í EHF Championship kapping í Baku í Aserbadjan. Fyrsti dystur hjá Føroyum er í morgin, leygardagin, móti Grikkalandi.

Hóast frammanfyri 17-11 tíðliga í seinna hálvleiki, máttu føroysku U19-mennirnir lúta fyri einum iranskum liðið, sum ongantíð gav upp. Dysturin endaði 29-27 til Iran, eftir hálvleiksstøðuna 13-9 til Føroyar.

Talan gjørdist um ein bleyta byrjan fyri føroysku U19-mennirnir í HM-endaspælinum í Kroatia í dag. Føroyar vunnu stórsigur, 53-21, á Burundi, eftir hálvleiksstøðuna 30-8.

Komandi 12 dagarnar fara 32 lond, harímillum Føroyar, at kappast um U19 heimsmeistaraskapið í hondbólti hjá monnum. Kappingin verður í leikt í Kroatia. Fyrsti dystur hjá Føroyum er í morgin móti Burundi.

Føroysku U19-mennirnir taptu seinna venjingardystin móti Íslandi, 33-30, í Vestmanna í dag. Hálvleiksstøðan var 13-13.

Føroysku U19-mennirnir vunnu fyrra av venjingardystunum móti Íslandi hetta vikuskiftið. Dysturin, sum var leiktur á Eiði, endaði 36-33 til Føroyar, eftir at okkara vóru á odda í hálvleikinum, 18-17.

Tað er nú greitt, at ungu føroysku mennirnir, føddir í 2006 og 2007, skulu spæla í EM-endaspælinum í Montenegro august í 2024.

Komandi vikuskiftið kemur íslendska U19-manslandsliðið á vitjan til tveir venjingardystir móti Føroyum. Dystirnir vera ávikavikst leygardagin á Eiði og sunnudagin í Vestmanna. Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo

Lutakast hevur verið til European Cup hjá monnum og kvinnum, har H71, VÍF, Team Klaksvík og Neistin luttaka hjá monnum og H71 og Neistin hjá kvinnum.

Føroysku U19-kvinnurnar megnaðu ikki at spæla upp við sponsku kappingarfavorittarnar í dag. Føroyar taptu finaluna í EHF Championship greitt, 34-23, eftir hálvleiksstøðuna 18-12 til Spania.