Fyri fyrstu ferð í hondbóltssøguni hevur eitt føroyskt landslið vunnið á Fraklandi. Føroysku U18-menninir vunnu í dag ein flottan 29-26 sigur, eftir hálvleiksstøðuna 14-12 til Fraklands.


Fyri fyrstu ferð í hondbóltssøguni hevur eitt føroyskt landslið vunnið á Fraklandi. Føroysku U18-menninir vunnu í dag ein flottan 29-26 sigur, eftir hálvleiksstøðuna 14-12 til Fraklands.

Føroysku U18-mennirnir møttu einum óhugnaligum sterkum sponskum liði í dag. Spania vann dystin í dag 35-25, eftir hálvleiksstøðuna 18-9.

Føroysku U18-kvinnurnar vunnu ein tryggan 31-22 á Kasakstan í dag, eftir hálvleiksstøðuna 17-12 til Føroyar.

Hóast eitt 32-29 tap fyri Svøríki, var talan um ein, fyri tað mesta vælleiktan dyst av okkara monnum. Hálvleiksstøðan var 17-15 til Svøríki. Tað sást skjótt í dystinum at talan var um eitt sterk og vælleikandi mótsstøðulið.

Uttan at spæla framúr, staðfestu føroysku U18-kvinnurnar, at tær eru væl betri enn India. Okkara vunnu 27-22 í dag. Í steðginum vóru Føroyar á odda 14-9. India var betur við í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist føroyska liðnum at halda frástøðuna.

Føroysku U18 genturnar vunnu í morgun sín fyrsta dyst í HM-kappingini í Norðurmakedonia. Føroyar vunnu ein flottan sigur, 31-22 á Eysturríki, eftir hálvleiksstøðuna 15-12.

Føroyar taptu 31-20 fyri Danmark í dag, eftir at støðan var 18-11 í hálvleikinum. Okkara kempaðu væl allan dystin, men møttu vit í dag einum av heilt sterku liðunum í kappingini.

HM hjá U18-kvinnum er byrjað og bleiv talan um tap 29-24 fyri Portugal í fyrsta dystinum.


Føroyar vunnu fyrra og spældu javnt í seinna dystinum móti Íslandi í vikuskiftinum í Hoyvíkshøllini.