Intersport Night Cup 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

Byrjað verður hósmorgunin 13. oktober uml. kl. 10:00 og kappingin endar fríggjakvøldið 14. oktober. Kappast  verður soleiðis: Gentur 10 byrja, síðani dreingir 10, gentur 12, dreingir 12, gentur 14 og dreingir 14. Tað vil  siga at, kappingarnar fyri allar aldursbólkarnar verða avgreiddar so hvørt. Vinnandi liðini av kappingini (í  hvørjum aldursbólki) fáa steyp og heiðursmerki.

Tilmelding:

• Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til vestmanna.itrottarfelag@gmail.com í seinasta lagi mánadagin 10. oktober 2022. Minnist til at upplýsa talið av leikarum og  venjarum.

Um spurningar eru kann ringjast til Bjørg Patursson tlf. 219099 ella Eyð Hansen tlf. 216004.

• Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 200,- Við í prísinum er m.a. Ein lekkur Night Cup blusa, toast, frukt og vatn, sum leikararnir fáa  meðan  kappingin er.

  • Møguleiki verður eisini at keypa døgurða bæði á middegi og um kvøldið. Harumframt verður kaffisøla við ymiskum góðum afturvið.

• Luttøkugjaldið skal rindast, við at flyta eina upphædd fyri hvørt liðið á kontonr.  6460 – 154.208.9 ella gjaldast av venjara í høllini, áðrenn kappingin byrjar. Gjaldast kann við  gjaldskorti. • Leikarar og venjarar mugu sjálvi skipa fyri flutningi til og frá Vestmanna.

Tílík tiltøk skapa vinarbond tvørturum  feløg, og ikki minst skapa tey samanhald millum spælararnar á liðnum, sum er ein fyritreyt fyri góðum  hondbóltsspæli og góðum úrslitum. 

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni