Skrivað: Ári Rouch

Úrskurður um Huldumálið

13. desember 2020

Ítróttadómstólurin hjá ÍSF hevur 12. desember gjørt úrskurð í kæruni frá hondbólstfeløgunum Neistanum og VÍF um úrskurðin hjá Dómsnevndini hjá HSF viðvíkjandi avgerðini um sonevnda Huldumálið. Ítróttadómstólurin staðfestur avgerðina hjá Dómsnevndini.

Beinleiðis hondbóltur á live.hsf.fo

11. desember 2020

Seinastu tíðina hava feløgini og HSF arbeitt við einum stroymingsportali, live.hsf.fo, har allir dystir í SMS- og Burn deildini og Faxe Kondi steypakappingini, umframt A- og U-landsdystir (tó treytað av upphavsrætti), verða stroymdir. Somuleiðis verða allir dystir í verandi kappingarári liggjandi á portalinum, soleiðis at eisini spældir dystir kunnu leitast fram aftur.

Faxe Kondi kappingin byrjar

2. desember 2020

Í kvøld byrjar Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Talan er um undandyst til bólkaspælið hjá monnum og hittast SÍF og H71 2 á Giljanesi í kvøld kl. 20.00. Vinnarin av dystinum vinnur pláss í bólkaspælinum saman við teimum 7 liðunum úr Burn deildini.

Featured Video Play Icon

Fríkast – hondbóltsárið 2020/21

23. november 2020

Hvørji lið enda í topp 4? Hvørji lið bresta saman í FM-finalunum? Hvør leikari hevur skarað framúr? Hoyr Julian Johansen og Hjalta Mohr Jacobsen meta um hondbóltsárið higartil.

HM-undankappingin útsett

16. november 2020

HM-undankappingin hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, sum skuldi verða 4. – 6. desember í Minsk, í Hvítarusslandi, er útsett. Kappingin er útsett til 19. – 21. mars 2021.

Dómsnevndin um huldumálið

16. november 2020

Dómsnevndin hevur gjørt úrskurð um kæruna um huldumálið í dystinum millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF í Burn Deildini, sum var 11. okt.

Metnógv spæla hondbólt

12. november 2020

Út frá feskastu hagtølunum hjá HSF kann staðfestast, at met nógv spæla hondbólt í Føroyum í vetur. Eitt av aðalmálunum hjá Hondbóltssambandinum er, at so nógv sum gjørligt skulu spæla hondbólt í Føroyum og at hondbóltur skal vera kring alt landið. Føroyar er í forvegin tað landið í heiminum, har flest fólk spæla hondbólt í […]

Ein loysn frá Sendistovuni