Førleikarnir hjá tí einstaka (ein ímóti einum) skulu víðkast til eisini at fevna um metingarspæl, har spælarin skal venja síni evni at taka røttu avgerðina. Spælarin skal royna seg á ymsum plássum, men venjingar skulu eisini vera fyri einstøku plássini. Tveir verjuhættir skulu venjast; annar er at bóltfanga frammi og hin verjuháttin avger venjarin. Ongar fastar álopsskipanir, men ístaðin venja ein ímóti einum førleikar og metingarspæl.
Teknisk-taktisk venjing
Bóltførleiki, grundteknikkur, loftiteknikkur, dribla, kastiteknikkur, fokus á høgan arm, hótta móti máli
Ymisk skot, t.d. renniskot og ymisk hoppiskot
Skot, har handliðið sveiggjar og stýrir bóltinum
Fintur, bjóða av ein ímóti einum við/uttan bólt
Skreeningar
Samanspæl, rætt støða á vølli, press/kross-spæl, yvirgongd og spæl til striku
Metingarspæl (taka støðu 2:1 og 3:2)
Verja (skákstilla, verja skotarm, skifta pláss, takla, blokka, bóltfanga og beinarbeiði)
Samstarv og standa rætt í verjuni
Skjótálop, renna og kasta í ferð 2 og 2, føturnar peika frameftir, verjuspælari órógvar
Útkast frá málverja
Kropslig venjing
Samskipandi rørslur og styrkivenjing (kropsbulur, tvs. corevenjingar, m.a. búk/rygg), fimleikur
Sosialt
Gleði og trivnaður, felagsskapur, tilvitan um leiklutir á liðnum og felagsábyrgd
Leiklutur venjarans
Skapa gleði og trivnað, týðiligt og álítandi samskifti
Práta um hondbólt við spælararnar
Jaliga og konstruktiva afturmelding
Hav tol, tí spælarar eru á ymiskum menningarstigi
Karmar um venjing
Nógvur aktivitetur og avbjóðingar á ymiskum torleikastigi
Spælarar skulu sleppa at vísa ágrýtni og bjóða seg fram
Í hesum aldursbólki velur venjarin málverjar, og skipað venjing til málverjar er partur í venjingini. Byrjað verður við tekniskari grundvenjing/grundrørslum; røtt armstøða, røtt støða, brúka beinini rætt, spenna vøddarnar, tá bólturin rakar og røtt javnvág. Arbeiða við dirvi og venja málverjan, at tað er hann/hon sum byrjar álopið.
Í hesum aldursbólki skulu børnini eisini byrja við skipaðari upphiting, sum inniheldur tríggjar partar; ein kropsligan, ein sálarligan og ein uppalandi part.
Myndin vísir áleið, hvussu venjingin í einum kappingarári skal skipast í mun til ymsu venjingarøkini.
Venjarin skal framvegis tryggja, at øll børnini kenna seg væl og sum ein part av felagsskapinum.
Venjarin skal vera týðiligur og álítandi í samskifti sínum og taka spælarar við í avgerðir um venjingar og aktivitetir hjá liðnum. Spælararnir skulu sleppa at vísa seg fram og at royna nakað nýtt. Spælarar í hesum aldursbólki hava góðar fortreytir at læra, men eru sum áður nevnt á ymsum menningarstigi.
Venjarin skal vísa teimum nýggjar førleikar og vitan í samsvari við strikumyndina um uppmerksemið. Samstundis skal venjarin stimbra teirra innlæring ígjøgnum jaligar og konstruktivar afturmeldingar.
U12 spælarar vilja so líðandi hava fokus á avrikið. Venjarin eigur tí at leggja sær í geyma, at eingin snarvegur er í tilgongdini at menna spælaran; tú skalt venja tey røttu tingini, í rættari raðfylgju, til røttu tíðina og í hóskandi mongd.
Spælarar, sum uppliva neiligar afturmeldingar eftir avrik, kunnu skjótt merkja ótta og ræðslu. Tað er tí týdningarmikið, at venjarin minnist til, at eftirmetingin skal taka støði í avrikinum og í minni mun eftir úrslitinum.
Venjarin skal kunna foreldrini og fáa tey at taka lut, so at tey gerast týdningarmiklir stuðlar hjá liðnum sum heild.