U6

Venjingin skal vera fjølbroytt, og øll skulu kenna seg væl. Børnini skulu í mest møguligan mun hava ein bólt hjá sær, og tey skulu sleppa at royna seg í ymiskum torleikabreytum. Fokusøkið er, at spælarin skal kenna bóltin sum sín besta vin.

Teknisk venjing: Bóltførleiki, lofta/kasta og skot Lær at halda bóltinum við at klemma um hann við fingrunum. Nýt hóskandi bóltstødd. Lær at lofta bóltinum við hendrunum framman fyri bringuna. Lær rørsluna at lyfta armin upp og forspenna, áðrenn kastað verður. Lær at skjóta standandi.

Kropslig venjing: Javnvág og samskipandi rørslur í ymiskum spølum

Sosialt: Gleði og trivnaður

Leiklutur venjarans: Skapa gleði og trivnað, stuðla og eggja

Karmur um venjing: Nógvur aktivitetur (reyðir kjálkar)

Myndin vísir á leið, hvussu venjingin í einum kappingarári skal skipast í mun til ymsu venjingarøkini.

U6 spælarar hava ongar royndir við at taka lut í ítróttafelagi. Tú ert helst fyrsti venjarin hjá fleiri av børnunum. Tín høvuðsuppgáva er tí at skapa gleði og trivnað. Og tú skal geva børnunum góðar upplivingar við bólti, spæli og rørslum. Minst til at stuðla og eggja. Øll børn elska uppmerksemi, so minst til øll. Ver nærverandi og blíð/ur, sum tú vanliga ert.

Børnini í hesum aldursbólki eru í høvuðsheitum upptikin av sær sjálvum og egnum tørvi. Tú mást tí vænta, at tey hava trupult við at samstarva.

Fleiri foreldur møta óivað eisini fyri fyrstu ferð einum ítróttarfelag. Brúka tíð saman við teimum, fá tey at taka lut, so at tey eisini fáa eitt gott upplivilsi.

Bókin hjá danska hondbóltssambandinum “Børnetræner uddannelsen” hevur nógv gott venjingartilfar til smæstu aldursbólkarnar.
Ein loysn frá Sendistovuni