Nakrir spælarar eru komnir í tannárini, aðrir eru um at verða lidnir við tannárini. Hetta setir stór krøv til venjaran, tí venjarin má vita, hvørjar kropsbroytingar henda í tannárunum. Venjarar hjá gentum eiga eisini at vera tilvitaðir um, at í hesum aldursbólki er stórt spennið ímillum tær eldstu og yngstu, tvs. spælararnir eru ymiskt mentir kropsliga, sosialt, og munurin kann eisini vera sjónligur á tekniska økinum.
Hondbóltsspælið er hart fyri kroppin, tí tað stendur nógv á vøddum, liðum og spengrum. Í hesum aldursbólki veksur venjingarmongdin nógv, eisini ferðin á venjing og spæli, og tí er vandi fyri, at serliga teir yngstu spælararnir overva kroppin og fáa skaða.
Teknisk og taktisk venjing
Einstaklingavenjing og plássásett venjing, bæði teknisk/taktisk í verju og álopi
Metingarspæl; skot, gjøgnumbrot, innspæl til striku ella til annan viðspælara
Skjótálop & skjótverja + skjótt á miðju
Samstarv í ymiskum verjum – fokus á at bóltfanga og spælsteðg
Kross-, press-, yvirgongd- og skreeningsspæl sum byrjan til skipað álopsspæl.
Kastiteknikkur; fót móti máli, hygg at málinum, ferð á kastið, kasta í luftini, met um tú skalt sleppa bóltinum skjótt ella halda aftur.
Kropslig venjing
Styrkivenjing við vektum (í mun til tann einstaka)
Aerob og anaerob rennivenjing – intervall
Core venjingar – tað er at styrkja kropsbulin
Smidleikavenjingar
Sosialt
Gleði, trivnaður og samskifti
Mental venjing
Toymisarbeiði – leiklutir – persónligar samrøður (coaching)
Tilvitan um leiklutirnar á liðnum
Medábyrgd/stavnhald – mál og partmál (einstaklingar/lið)
Gera vikuætlan, so allir staklutir síggjast; onnur venjing, skúlagongd, hvíld osfr.
Vitan um fyrireiking áðrenn, meðan og aftan á venjing/dyst
Motivatión og eftirmeting
Sálarlig styrki – trúgv á egnan mátt og egna megi
Málverjin
Meira dent á smidleika og teknikk
Taktiskt arbeiði við ymsum skothættum og samstarv við verju
Framvegis arbeiða at fáa røttu grundrørslurnar
Long og styttri útkøst
Leiklutur venjarans
Skapa trivnað
Vegleiða/coacha
Leggja til rættis
Skapa samband/netverk
Seta krøv
Ver broytingarhugað/ur
Gev jaligar afturmeldingar og vegleiðandi rættingar
Tosa hondbólt og vís eitt nú sjónbandsupptøkur
Karmar um venjing
Nógv fokus á at menna tann einstaka
Ábyrgd og menningartilgongd
Góðsku í venjingarnar (nógva ferð)
Avbjóðingar á ymiskum torleikastigi við skiftandi mótstøðu