U14

Førleikarnir hjá tí einstaka spælaranum í ein ímóti einum skulu framvegis venjast nógv, men metingarspælið við hægri tempo/ferð skal raðfestast hægri. Spælarin skal hava kunning um nakrar álopsbyrjanir. Ikki skipanir, har loysnin er givin frammanundan, men heldur eina byrjan, sum kann fáa álopsspælararnar í meiriluta til eina metingarstøðu. Venjingin á plássunum skal fylla alt meira, men spælarar skulu ikki bindast til eitt pláss á vøllinum. Venjast skulu fleiri verjuhættir, har bóltfangandi verjan frammi á vøllinum skal vera ein av verjuháttunum. Spælararnir eiga at fáa kunning um, hvussu venjingin kann skipast í longri tíðarskeið, t.d. viku-, mánaðar- ella ársætlan. Legg tær í geyma, at hesin aldursbólkur er serliga viðbrekin, tí spælararnir eru ella koma í skiftisárini, har stórar kropsligar og sálarligar broytingar henda.

Teknisk og taktisk venjing
Grundteknikkur – bóltførleiki (lofta/kasta) til hvørja venjing
Lær at lofta við aðrari hondini
Teknisk venjing fyri plássini/einstaklingateknikkur
Kross- og presspæl, meta um skot, gjøgnumbrot, spæla til striku ella spæla annan viðspælara
Skjótálop
Verja – grundøvilsir (skákstilla, verja skotarm, skifta pláss, takla, flyta skreening, blokka, bóltfanga, ágangandi, steðga spælinum, lesa spælið og verja offensivt)

Kropslig venjing
Styrkivenjing (kropsbulur) – vektir (teknikkur) – læra samansett vektøvilsi, sum eitt nú frívend, squat og bonk-press.
Aerob rennivenjing – dent á andadrátt og renniteknikk

Sosialt
Gleði og trivnaður, felagsskapur, tilvitan um leiklutir á liðnum og felagsábyrgd

Sálarlig venjing
Læra at tosa positivt við seg sjálvan. Hetta styrkir sjálvsálitið, motivatiónina og avrikið. Sí Aldersrelateret træning hjá DHF Sálarlig styrki – læra at ímynda støður

Leiklutur venjarans
Tosa um hondbólt við spælararnar – vís teimum eitt nú sjónbandsupptøkur
Kunna teir um kost, vætu, hvíld og svøvn. Øll økini eru týdningarmikil, um kroppurin skjótt skal verða klárur aftur.
Skapa trivnað
Ver altíð fyrireikað/ur, hugagóð/ur og fá øll at fylgja tær
Vís áhuga fyri øllum spælarum
Tak spælarar við í avgerðir um liðið og venjingar
Gev jaligar afturmeldingar og vegleiðandi rættingar

Karmar um venjing
Góðska í venjingunum (nógv ferð)
Fleiri venjingar = størri venjingarmongd
Avbjóðingar á ymiskum torleikastigi
Tak spælararnar við, so teir fáa samábyrgd

Myndin vísir á leið, hvussu venjingin í einum kappingarári skal skipast í mun til ymsu venjingarøkini.

Málverjar: Í hesum aldursbólki síggja vit, hvønn málverja liðið hevur, og venjingin eigur at byggja á førleikarnar/manglandi førleikar hjá málverjanum. Styrkivenjing er ein týðandi partur av málverjuvenjingini, tí skotini gerast alt harðari. Arbeiða við dirvi og røttum grundrørslum. Venjingar við denti á smidleika og teknikk. Læra at lesa av, hvar skot kunnu koma. Long og styttri útkøst. Samstarv við verju.

Aldersrelateret venjing hjá DHF hevur meira venjingartilfar um ungdómsvenjingar.
Ein loysn frá Sendistovuni