U8

Venjingin skal vera fjølbroytt, og øll skulu kenna seg væl. Børnini skulu í mest møguligan mun hava ein bólt hjá sær. Tey skulu royna seg í ymiskum torleikabreytum, og tey skulu venja beinfimi. Eisini skulu tey hava nágreiniliga vegleiðing um rætta armstøðu og beinstøðu.

Teknisk venjing: Bóltførleiki, kasta/lofta, samanspæl og skot Lær at halda bóltinum við at klemma um hann við fingrunum. Nýt hóskandi bóltstødd. Lær í rørslu at lofta bóltinum við hendrunum framman fyri bringuna Lær rørsluna at lyfta armin upp og forspenna, áðrenn kastað verður í rørslu. Lær at taka trý fet og skjóta. Lær somuleiðis at raka uppstillað ting, sum eru ymisk í stødd og hava ymsa frástøðu. Kropslig venjing: Javnvág og samskipandi rørslur í ymiskum spølum.

Sosialt: Gleði og trivnaður

Leiklutur venjarans: Skapa gleði og trivnað, stuðla og eggja, vísa øllum børnum ans

Karmar um venjing: Nógvur aktivitetur, reyðir kjálkar, altíð hava ein bólt hjá sær

Myndin vísir á leið, hvussu venjingin í einum kappingarári skal skipast í mun til ymsu venjingarøkini.

Málverjin: Helst allir spælarar skulu royna plássi sum málverji.

U8 spælarar hava bert lítlar royndir við felagslívi í itróttarfelag. Tú kanst vera fyrsti venjari teirra, og tí er tín høvuðsuppgáva at skapa gleði og trivnað og geva børnunum góðar upplivingar við bólti, spæli og rørslum. Minst til at stuðla og eggja.

Børnini í hesum aldursbólki byrja sum frá líður at vísa áhuga fyri øðrum enn sær sjálvum, eitt nú liðfeløgum. Eggja teimum at hjálpa og at vísa virðing fyri hvør øðrum.

Fleiri foreldur møta helst eisini ítróttarfelagi á fyrsta sinni í leiklutinum sum foreldur. Kunna tey væl og fá tey at taka lut, so at tey eisini fáa eitt positivt upplivilsi.

Bókin hjá danska hondbóltssambandinum “Børnetræner uddannelsen” hevur nógv gott venjingartilfar til smæstu aldursbólkarnar.
Ein loysn frá Sendistovuni