Bestu spælararnir í hesum aldursbólki gerast stundum áhugaverdir hjá venjarunum í bestu deildini. Kemur venjarin hjá U18 í hesa støðuna, so er tað hansara uppgáva at greiða hinum venjarunum frá, hvar í menningini viðkomandi spælari er, og um uppflytingin er til frama fyri spælaran. Um semja er ímillum venjararnar, at skilagott er við uppflyting, gera teir av í felag, hvussu menningartilgongdin víðari verður skipað. Frámælt verður, at spælarin flytir upp, um tað er fyri at tippa eitt hol á vaksnamannaliðnum. Spælarin mennist best, tá hann venur/spælir við javnaldrum sínum og fær seinasta partin við í menningartilgongdini.
Teknisk og taktisk venjing
Einstaklingavenjing og plássásett venjing, bæði teknisk/taktisk í verju og álopi
Metingarspæl; skot, gjøgnumbrot, innspæl til striku ella til annan viðspælara
Skjótálop & skjótverja + skjótt á miðju
Samstarv í ymiskum verjum – fokus á at bóltfanga og spælsteðg
Kross-, press-, yvirgongd- og skreeningsspæl sum byrjan til skipað álopsspæl
Kastiteknikkur; fót móti máli, hygg at málinum, ferð á kastið, kasta í luftini, met um tú skjótt skalt sleppa bóltinum ella halda honum
Taktiska fatan ísv liðið
Kropslig venjing
Styrkivenjing við vektum (í mun til tann einstaka)
Aerob og anaerob rennivenjing – intervall
Core venjingar, tað er at styrkja kropsbulin
Smidleikavenjingar Beinfimi
Sosialt
Gleði, trivnaður og samskifti
Mental venjing
Toymisarbeiði – leiklutir – persónligar samrøður (coaching)
Tilvitan um leiklutirnar á liðnum
Medábyrgd/stavnhald – mál og partmál (einstaklingar/lið)
Gera vikuætlan, so allir staklutir síggjast; onnur venjing, skúlagongd, arbeiði, hvíld osfr.
Vitan um fyrireiking áðrenn, meðan og aftan á venjing/dyst
Motivatión og eftirmeting
Fastar mannagongdir og ætlanir í mun til dystarstøðuna
Finna rætta spenningin í kroppin
Sálarlig styrki – gev teg fult og heilt
Møt til venjing fyri at betra teg og ikki bara fyri at røra teg!!!
Málverjin
Meira dent á neyvleika í útkøstum – at byrja eitt álop
Venja samskipandi rørslur, smidleika og reaktión
Nógv verður gjørt burtur úr styrkivenjing
Eginvenjing
Leiklutur venjarans
Skapa trivnað
Vegleiða/coacha
Leggja til rættis
Skapa samband/netverk
Seta krøv
Ver broytingarhugað/ur
Gev jaligar afturmeldingar og vegleiðandi rættingar
Tosa hondbólt og vís eitt nú sjónbandsupptøkur
Karmar um venjing
Nógv fokus á at menna tann einstaka
Ábyrgd og menningartilgongd
Góðska í venjingarnar (nógva ferð)
Avbjóðingar á ymiskum torleikastigi við skiftandi mótstøðu