Barnavenjing uttan bólt er næstan burturspilt tíð.
Venjarin skal hava eina góða vitan um, hvat krevst fyri at spæla hondbólt. Samsvarandi hesi vitan skipar hann venjingina, soleiðis at hon líkist hondbólti og soleiðis, at bólturin altíð er við. Børnini koma til venjing, tí teimum dáma at spæla við bólt. Tað er óneyðugt at venja:
● sum rennarar fyri at orka
● sum sprintarar fyri at gerast kvik
● sum vektlyftarar fyri at gerast sterk
● sum fimleikarar fyri at gerast fim
Tey gerast treyst, kvik, sterk og fim við hondbóltsspæli ella hondbóltslíknandi spølum. Slík venjing er bæði stuttlig og lærurík. Bóltførleikin batnar, so hvørt tey nerta bóltin. Taktiska innlitið økist, oftari tey eru í ymiskum hondbóltsstøðum, og tí verður tað eisini alt lættari at velja frægastu loysnina.
Um barnið bara fær boð undir venjingini, hvat gerast skal, so gerst tað sjálvsagt betri til at taka ímóti boðum. Men tað gerst ósjálvstøðugt og illa ført fyri at finna frægastu loysnina í givnu støðuni. Hondbóltsspælið er soleiðis skipað, at spælari ofta skal gera av, hvat hann skal gera. Ongin annar kann gera hetta fyri spælaran. Tí eigur venjarin at skipa venjingina soleiðis, at barnið ofta fær møguleikan at taka egnar avgerðir. Tá búnast barnið til ein sjálvstøðugan og kreativan spælara.