Fleiri endamál eru við føroyskum ungdómshondbólti:
● at geva so nógvum ungdómi sum gjørligt møguleikan til at spæla hondbólt á einum støði, sum hóskar til teirra førleikar
● at menna teir evnaríkastu spælararnar til framtíðar hondbólt í bestu føroysku deildini, á landsliðnum og seinni kanska uttanlands
● at læra góðan atburð og vanar, sum eru til gagns í ítrótti og øðrum høpi
Fyri at røkka hesum málum, mugu ungdómsliðini hava tilkomnar venjarar, ið eru fakliga væl fyri, bæði hondbóltsliga og námsfrøðiliga. Venjararnir mugu eisini hava góðan hugburð og gott hegni at arbeiða við ungdómi.
Fyri at tryggja at feløgini náa endamálið, verður mælt feløgunum til at seta ein høvuðsungdómsvenjara við ábyrgd fyri ítróttarliga arbeiðnum í ungdómsdeildini. Høvuðsungdómsvenjarin kundi eitt nú havt hesar uppgávur:
● vegleiða ungdómsvenjarar
● ansa eftir, at venjingin er á hóskandi stigi og samsvarar læruætlanini
● eygleiða dystir fyri at vegleiða venjarar og spælarar
● hava servenjing við evnaríkastu ungdómsspælarunum
● av og á hjálpa til við venjingunum, men skal helst ikki sjálvur hava fast lið at venja
● skipa fyri venjarafundum
● syrgja fyri at samla saman lærutilfar
● hjálpa til við foreldrasamskiftinum
● eggja venjarum til framhaldandi útbúgving, eitt nú við at taka lut á skeiðum
Útbúgvingin hjá høvuðsungdómsvenjaranum skal lúka minstukrøvini hjá HSF. Venjarin eigur støðugt at endurútbúgva seg við m.a. at lesa fakbøkur, taka lut á ískoytisskeiðum, vitja útlendsk feløg v.m.
Øll lið hjá felagnum eiga at hava vaksnar venjarar. Ber tað ikki til, má ein vaksin venjari vera til hvønn aldursbólk hjá gentum og dreingjum, og yngri venjarar mugu so hjálpa til.
Krøv til venjarar:
● hava venjaraútbúgving, sum líkur minstukrøvini hjá HSF
● endurútbúgva seg javnan
● væl fyrireikað, møta rættstundis og í venjingarbúna
● vera í góðum lag, rósa nógv, tó uttan at skammrósa
● tosa javnan við tann einstaka um hansara spæl og trivnað
● áseta mál fyri tann einstaka í samráð við spælaran
● áseta mál fyri liðið í samráð við spælararnar
● duga at vísa ymsu teknisku venjingarnar ella fáa eldri spælarar at vísa tær
● kunna nevnd og foreldur í felagnum um ásettu málini
● hava gott samskifti við foreldrini
Venjarin skal leggja venjingarnar soleiðis til rættis, at spælararnir bæði eru virknir og læra, samstundis sum teir hava tað stuttligt. Venjarin eigur ikki at greiða leingi frá, tí so keða børnini seg og gloyma at lurta eftir – kropshitin lækkar eisini.
Spælarar læra betri ígjøgnum eyguni enn ígjøgnum oyruni, men besta læran fæst við at venja. Venjarin skal tí vísa venjingina, greiða stutt frá, vísa aftur og so lata spælararnar venja. Síðani tekur venjarin seg burturfrá, so hann kann eygleiða allar spælararnar. Gongst illa hjá fleiri, kallar hann á teir aftur, vísir venjingina og greiðir frá einaferð afturat.
Eru tað hinvegin fáir, sum gera mistøk, leiðbeinir venjarin hesar einstaklingar og minnist til at rósa, tá framgongd er.
Vil venjarin royna eitthvørt nýtt, sum spælararnir skulu venja á fyrsta sinni, er umráðandi at vita, nær henda venjingin skal roynast í tímanum. Víst verður til strikumyndina um uppmerksemið, sum sæst niðanfyri:
Venjingartíttleikin er ymiskur í feløgunum, og mangan íðka spælararnir fleiri ítróttargreinar samstundis. Hetta gevur stórar avbjóðingar, hvussu ein samlað venjingarætlan verður løgd til rættis til tann einstaka spælaran. Her má og skal samskiftast ímillum avvarðandi í feløgunum um venjingarmongd, dystir, hvíld, kost, svøvn og gerandisdagin annars hjá spælaranum. Hetta eigur at gerast fyri at sleppa undan, at spælarin overvar seg og í ringasta føri brennir út.
Ungir spælarar, sum eru serliga evnaríkir, gerast ofta áhugaverdir í eygunum hjá venjarunum í bestu vaksnamannadeildini í felagnum, og spælararnir verða fluttir upp at venja og spæla saman við teimum vaksnu.
Her er umráðandi og avgerandi, at broytingin verður framd, tí tað er tað skilabesta fyri spælaran, og ikki tí at eitt “hol” skal tippast á besta liðnum. Ungdómsspælarin eigur bæði kropsliga og sálarliga at vera búgvin, áðrenn hann fær slíka stóra avbjóðing. Verður tilgongdin gjørd eftir eini miðvísari ætlan og í samstarvi við ungdómsvenjaran, sum kennir spælaran best, kann tað geva meining, men allar best er, tá ungdómsspælarar sleppa at menna seg saman.
Hevur skaði elvt til, at spælarar hava verið burtur frá venjing í longri tíð, er týdningarmikið, at venjarin leggur eina ætlan fyri tilgongdina, tá spælarin kemur aftur at venja við liðnum. Endurvenjingin hjá tí skadda eigur at taka fyrilit, so at spælarin ikki alt fyri eitt venur á sama støði, sum hinir frísku. Tann, ið hevur havt skaða, eigur at fáa uppvenjing í samsvari við skaðan og skaðatíðina.
Her kann viðmerkast, at skaðafyribyrgjandi venjingar eiga altíð at vera partur í vanligu venjingini.