Hvat er tað, sum ávirkar ella eggjar einum barni ella ungum spælara at íðka hondbólt. Tað eru fleiri orsøkir, men fyrst og fremst siga børn, at tað skal vera stuttligt. Í øðrum lagi ynskja børn at betra og læra nýggjar førleikar. Í tríðja lagi ynskja tey at vera saman við og fáa nýggjar vinir, og í fjórða lagi ynskja tey at uppliva spenning og eldhuga. Í fimta lagi ynskja tey at vinna ella hepnast, og harnæst ynskja tey at koma í venjing.
Ikki óvæntað er tað týdningarmesta hjá børnum, at tey vilja hava tað stuttligt til venjing. At hava tað stuttligt er knýtt at kensluni gleði, sum er ein av teimum fýra grundleggjandi kenslunum: gleði, vreiði, ótti og sorg. Fleiri frábrigdi eru so knýtt at hesum grundleggjandi kenslum, tí tað er ymiskt, hvussu tær ávirka, og hvussu børn og ung vísa sínar kenslur.
Gleði er tekin um opinleika, og er ein fyritreyt fyri góðum samstarvi í einum toymi. Vreiði er tekin um og fyrireikar okkum til eitt stríð, har tað ræður um at yvirliva. Ótti fyrireikar okkum til at flýggja frá tí, sum ger okkum bangin. Sorg fær okkum at fara inn í okkum sjálv og burtur frá kringumstøðunum.
Aftan á stuttleikan ynskja børn at betra og læra nýggjar førleikar. Hetta hóskar jú væl saman við stuttleika, tí gleði er tann einasta grundkenslan, har ein fær bestu úrtøku. Eru vreiði, ótti ella sorg til staðar, lækka evnini hjá barni ella ungdómi at læra nýggjar kropsligar og sálarligar førleikar, og avrikið gerst eisini lakari.
Gleði er einasta kenslan, sum ber í sær, at børn geva seg fult og heilt og harvið fáa sum mest burtur úr sínum evnum. “At vinna ella hepnast” hevur eisini gleðina sum týdningarmestu keldu til tileggjan, og “at uppliva spenning og eldhuga” er eisini knýtt at gleði.
Hetta merkir einfalt, at tá børn hava tað stuttligt, læra og avrika tey best. Tað hevur tí lítið og einki virði, tá venjarin sýnir ágangandi atburð, sum kveikir ótta ella ræðslu í barna- og ungdómsspælara. Ótti og ræðsla hava við sær, at spælarin flýggjar frá tí, sum eggjar til hesar kenslur.
Einasti lærdómur verður, at barna- og ungdómsspælari lærir, hvat hann ikki skal gera, heldur enn at læra, hvat hann skal gera. Vit fáa ein hondbóltsspælara, sum í minni mun hevur fokus á loysnir, og í størri mun hevur fokus á, at hann ikki skal gera mistøk.
Tann kreativi hondbóltsspælarin er køvdur, og tá týdningarmesta atvoldin at íðka er burtur, gevst spælarin ofta á ungum árum.