Tannárini

Tá tað snýr seg um tannárini, býta vit vanliga sundur í fyrru og seinni hálvu av tannárunum, tvs. frá uml. 12-15 ár og frá uml. 15-18 ár. Hetta er tó vegleiðandi, tí spennið ímillum aldur og førleikar/eginleikar kann vera fjølbroytt.

Týdningarmesta kropsbroytingin í tannárunum er kynsbúningin, sum hjá gentum ofta byrjar í aldrinum 10-12 ár, og hjá dreingjum í 12-14 ára aldri. Hesi ár broytast kroppur og sinn, tí børnini førka seg spakuliga frá foreldrum og avvarðandi og gerast natúrliga meira sjálvbjargin. Her er vert at hava í huga, at barnsliga atferðin við tørvi á umsorgan vitjar av og á aftur í tannárumum, serliga tá strongd er við í spælinum.

Uttan at gera nógv meira við tannárini, so er felagsskapurin hjá tí einstaka við javnaldrar og vinfólk við til at menna kenslur og sosialar eginleikar. Persónleiki og samleiki mennast samstundis, tí tann einstaki upplivir og roynir seg sjálvan í ymiskum støðum.

Í hondbóltshøpi hevur tað týdning, at spælarin lærir og mennir serliga trý sinnislig øki;

  • lærir samrøðuna við seg sjálvan, tí tað styrkir sjálvsálitið
  • lærir at seta sær mál og eftirmeta, tí tað motiverar arbeiðshugin
  • lærir um ætlanir, áðrenn, ímeðan og aftan á dyst, tí hugsavningarførið batnar

Aldursbólkurin 14 ár

Her eru flestu børn komin í tannárini, og tá byrjar skipaða sinnisfrálæran. Spælarar skulu fyrst og fremst læra, at alt, sum teir “siga” við seg sjálvar, passar. Tí skal heilin hava jaligar tankar.

Í øðrum lagi skulu spælarar læra at góðtaka, at feilir og mistøk eru partur í tilgongdini at mennast, sum tað ikki ber til at sleppa sær undan. Góðtekur spælari, at mistøk henda, so er nógv lættari at smílast og hava jaligar tankar. Eru tankarnar hinvegin áhaldandi neiligir eftir miseydnaðar royndir, ávirkar tað ótilvitað avrikið, tí sjálvsálitið lækkar. Tað er ein ónd ringrás, sum spælarar eiga at sleppa undan. Spælarar í hesum aldursbólki skulu tí læra at tosa positivt við seg sjálvar, tí tað styrkir sjálvsálitið og hevur jaliga ávirkan á avrikið

 

Aldursbólkurin 16 ár

Spælarin er nú meira í miðdeplinum. Sálarliga frálæran miðar eftir, at spælarin lærir at seta sær mál áðrenn venjing, venja miðvíst fyri at røkka málinum, og aftan á eftirmeta í mun til ásetta málið.

At seta eitt mál og arbeiða miðvíst fyri at røkka hesum er ein motiverandi arbeiðsháttur. Eitt langtíðarmál kann vera: Hvat skal eg læra meg í hesum kappingarárinum? Langtíðarmálið kann so brótast niður í smærri eindir: Hvat skal eg læra meg hendan mánaðin? Síðani er tað skilagott eisini at hava eitt gerandismál til venjing og dyst. Tílíkt stevnumið lærir spælaran, hvat hann skal leggja dent á, og hvussu hann hugsavnar seg í venjing og dysti.

Spælarin eigur fyrst og fremst at læra um menningarmál og avriksmál, har spælarin sjálvur hevur nærum fulla ávirkan á avrikið. Harnæst skal spælarin læra um úrslitamál, sum venda sær beinleiðis móti endaliga úrslitinum, eitt nú at vinna ella røkka ávíst pláss í kapping. Tá hava onnur eisini ávirkan á avrikið/úrslitið, eitt nú mótstøðuliðið. “Vit skulu vinna” er eitt mál, har spælararnir í lítlan mun hava tamarhald á støðuni, tí spælararnir á mótstøðuliðnum kunnu avrika sum ongantíð áður. Tá er frægari, at fokus er á avriks- og menningarmálum, sum spælararnir kunnu hugsavna seg um.

Áðrenn venjing eiga spælarar at seta sær avriks- og menningarmál, sum teir kunnu hugsavna seg um, tí tað gevur lítla og onga meining at røkka úrslitamálum til venjing. At seta mál áðrenn venjing og arbeiða miðvíst við hesum í venjingini, hevur við sær, at spælarin gerst sjálvstøðugur og lærir at styrkja sjálvsálitið, men lærir samstundis at vera fokuseraður og arbeiða miðvíst, tá brúk er fyri tí.

 

Aldursbólkurin 18 ár

Spælarin skal fáa frálæru um skilagóðar mannagongdir og ætlanir í sambandi við dystir. Tí hetta lærir spælaran at skerpa og hugsavna seg, so tamarhald er á tonkunum. Eru mannagongdirnar tilvildarligar og ætlanirnar ógreiðar, hugsar spælarin ov nógv um, hvat kann henda, og so fara tankarnir til stroks. Órógv verður í ovastu hædd, tí tankarnir eru framman fyri løtuna og tað, sum hendir.

Í hesum aldursbólki skal spælarin eisini læra, at liðið somuleiðis hevur nøkur menningarmál, avriksmál og úrslitamál, sum allir einstaklingar arbeiða fyri.
Aldersrelateret Træning hevur ásetingar um, hvussu til ber at venja fokusøkini í U14, U16/17 og U18 aldursbólkunum.

Ein loysn frá Sendistovuni