Børn vilja hava tað stuttligt og í øðrum lagi at betra og læra nýggjar førleikar. Tað er eisini í samsvari við sálarliga tørvin, at menniskju tráa eftir at menna og betra seg. Hetta er í størri mun galdandi fyri børn, og tað snýr seg millum annað um sjálvsálit.
Sjálvsálit er knýtt at egnum førleika, tá ein skal avrika, tvs. tá ein skal loysa eina uppgáva. Sjálvsálit er kenslan av at vera dugnaligur. Sjálvsálit er harvið tengt at sjálvari støðuni. Hepnast tað væl, veksur sjálvsálitið og ein gerst hugagóður og kennir seg væl í støðuni. Hepnast tað minni væl, lækkar sjálvsálitið, harvið eisini hugurin, og støðan kennist minni væl.
Sostatt er samsvar ímillum sjálvsálit á aðrari síðuni og avrik/motivatión á hinari síðuni, tá ein skal læra nýggjar førleikar. Uppgávan hjá venjaranum er at syrgja fyri, at samsvar er ímillum tað, barnið skal læra, og evnini hjá barninum. Megnar venjarin hesa uppgávu, er spælarin tileggjaður at loysa uppgávuna av heilum huga.
Sjálvsvirðing er upplivingin hjá tí einstaka av sær sjálvum. Henda virðing fyri einum sjálvum hevur einki við ávísu støðuna at gera. Tað snýr seg um, hvat spælarin heldur um seg sjálvan sum menniskja.
Sjálvsálitið hevur við støðuna at gera, og tað kann lækka/hækka í mun til, hvussu avrikið hepnast. Sjálvsvirðingin harafturímóti sveiggjar ikki á sama hátt.
Hjá børnum og ungum mennist henda sjálvsmynd, tá tey verða góðtikin, sum tey eru og ikki, hvat tey avrika. Venjarin eigur tí at vera tilvitaður um, at motivatiónin hjá børnum og ungum kann vera felagsskapurin, og at onnur viðurkenna tey – tað hevur størri týdning at vera avhildin enn at vera bestur og avrika væl.
Ein vinnari og annar!
Tað er stuttligt hjá børnum og ungdómi at vinna, og hjá nógvum er tað motiverandi. Hjá teimum flestu kennist tað svárt at tapa, og tað kann vera trupult at hava ein jaligan hugsunarhátt, tá neiligir tankar streyma ígjøgnum heilan.
Men ein av lyklunum til at røkka langt sum spælari er, at spælarin skal góðtaka ósigrar sum ein part av tilgongdini at mennast. Spælari, sum lærir seg at brúka ósigurin ella neiligu støðuna at koma sær víðari, styrkir um treystleika sín.
Eingin vinnur altíð, og tí skal venjarin læra spælaran at koma víðari. Venjarin eftirmetir ósigurin í mun til ætlanina, fær einstøku spælararnar á rættkjøl aftur, og tileggjar teimum at leggja meira orku í tráanina at betra seg.
Venjarin skal somuleiðis læra spælaran, at hugtakið vinnari hevur ymiskan týdning, og at spælarin í størri mun skal læra at vinna við áhaldandi at menna førleikarnar. Um spælarin kýtir seg at læra og duga nýggjar førleikar, so kemur úrslitið sum hjávinningur.
Í tilgongdini leggur venjarin dent á avrikið hjá tí einstaka heldur enn úrslitið, og at tann einstaki lærir heldur enn at samanbera við onnur. Venjarin ásannar, at mistøk og villur eru partur í tilgongdini at læra, og at kringumstøðurnar tí skulu loyva hesum.
Føroyska læruætlanin roynir at klekja skilagóðar og dugnaligar hondbóltsspælarar, men eisini skilagóðar og dugnaligar samfelagsborgarar, ið hava nógvar og góðar hentleikar. Venjarin skal tí eggja spælaranum at gerast ein góður íðkari og ein góður samfelagsborgari.
Venjarin lærir spælaran, at ein vinnari er ein persónur, sum altíð gevur seg fult og heilt, støðugt lærir og betrar seg, og sum ikki letur mistøk og ótta fyri mistøkum seinka ella steðga tilgongdini.
Og ungi spælarin ásannar, at sjálvt um úrslitini kanska hava verið góð í ungdómsárunum, so er langt eftir á mál. Í strembanini víðari hevur spælarin ongan framíhjárætt, men eigur heldur at vera eyðmjúkur. Royndirnar vísa, at spælarar sum áhaldandi stríðast, venja regluliga styrkivenjing, og taka við læru frá venjara og spælarum, røkka langt á hondbóltsleiðini.