Kyknurnar í kroppinum hava tann framúr eginleika, at tær tillaga seg til støðuna, sum kroppurin kemur í, og ætlanin við venjing er at betra um hesar eginleikar hjá kroppinum. Tá vit eru kropsliga virkin, styrknar kroppurin, og heilsustøðan batnar. Tá kroppurin er óvirkin, viknar kroppurin, og heilsustøðan versnar.
Við venjing niðurbróta vit kyknurnar í kroppinum, so tá venjingin er liðug, er kroppurin verri fyri at avrika. Tá kroppurin hevur hvílt seg, megnar hann betri at avrika í mun til áðrenn venjingina. Hvussu leingi kroppurin skal hvíla, er í mun til hvussu hørð venjingin er. Er tíðarskeiðið hóskandi áðrenn næstu venjing, styrknar kroppurin. Er ov stutt fráliðið, og kroppurin ikki fær hóskandi hvíld, viknar kroppurin.
Tað ber til at venja nógv uttan hóskandi hvíld eitt tíðarskeið, men eftir hetta hevur kroppurin tørv á einum longri steðgi, so at hann kann koma fyri seg. Og júst í hesum tíðarskeiði, tá kroppurin ikki fær neyðuga hvíld, eru sannlíkindini munandi størri fyri skaðum, tí kroppurin er viknaður og tolir ikki á sama hátt støður, har vit gera kvikar rørslur ella flyta okkum við nógvari ferð.
Sum heild ber til at siga, at vandin at fáa skaðar økist, tá venjingarmongdin økist. Betri stundir vit geva kroppinum at tillaga seg støðuna, sterkari er vevnaðurin, og færri eru skaðarnir.