Tað er ein sannroynd, at skaðar eru í ítrótti, og tí er umráðandi, at felagið hevur eina skipaða ætlan, um óhappið hendir. Ein spælari, sum fær skaða og ikki kann venja, er ofta sosiala umhvørvið fyriuttan. Hetta er serliga hart fyri børn og ungfólk, tí vinir og felagsskapur hava so stóran týdning í lívinum.
Fær spælari skaða, eigur venjarin at vísa umsorgan og syrgja fyri, at spælarin skjótast gjørligt fær bráðfeingis skaðaviðgerð. Serkøn hjálp eigur síðani at meta um skaðan.
Tá skaðin er staðfestur, eigur venjarin í samráð við skadda spælaran og møguliga lækna/fysioterapeut/foreldur at gera eina serliga venjingarætlan, hvussu spælarin skal koma fyri seg aftur.
Tað er umráðandi, at spælarar, sum verða mentir í samsvari við føroyska leistin, fáa vitan og verða skúlaðir í ítróttasálarfrøði. Væl vitandi at ítróttarsálarfrøðin fevnir víða og er torgreidd á summum økjum, vilja vit í hesum riti umrøða nøkur fyribrigdi, sum hava stóran týdning.
Sálarligi parturin hevur nógv størri týdning, enn vit vanliga geva okkum far um, og avbjóðingin hjá venjaranum er at hugsa sálarliga partin inn í venjingar og gerandisdag á jøvnum føti við tekniska, taktiska og kropsliga venjing.
Granskarar meta, at millum 12.000 og 50.000 tankar fara ígjøgnum høvdið á einum fólki hvønn einasta dag. Hetta ljóðar av nógvum, men kortini er tað meira merkisvert, at flestu tankarnir hjá fólki eru neiligir.
Tíbetur ber eisini til at venja og harvið styrkja sinnið á sama hátt, sum vit venja og styrkja kroppin. Verða flestu ítróttafólk, sum hava rokkið heilt upp á ovastu tindarnar í OL og HM høpi, kannað, er felagsnevnarin, at øll eru sálarliga væl fyri og hava eina sterka innaru drívmegi. Tí skulu vit stigvíst læra okkara børn og ungdóm at menna tann sálarliga partin, sum m.a. snýr seg um hugsunarhátt og jaligar tankar, ið eru partur av gerandisdegnum, og sum ávirka verumáta og avrik, tá ein íðkar ítrótt.
Føroyski leisturin er býttur í aldursbólkar, og frá 6 til 12 ár er sálarligi parturin kanska meira um venjaran enn um børnini, tí venjarin skal vera ein fyrimynd. Venjingin snýr seg um, at børnini skulu læra at íðka hondbólt í samljóði við galdandi virði og reglur. Venjingin skal geva teimum kropsliga vælveru og sálarliga samveru í einum góðum felagsskapi, og venjingin skal stuðla og stimbra sjálvsálit og sjálvsvirðing.
Lyklaorðið hjá børnum er trivnaður, og trupla uppgávan hjá venjara og felag er, at tað skal vera pláss fyri øllum, og børnini skulu hava ávirkan og ábyrgd. Hetta hevur týdning og gevur børnunum møguleika at vera leingið virkin.