Eftir at hava viðgjørt støðuna í mun til korona saman við myndugleikunum á økinum, hevur HSF gjørt av, at avlýsa allar barnakappingar og ungdómsdystir hetta vikuskiftið. Dystirnir í fremstu deildunum verða tó leiktir.


Eftir at hava viðgjørt støðuna í mun til korona saman við myndugleikunum á økinum, hevur HSF gjørt av, at avlýsa allar barnakappingar og ungdómsdystir hetta vikuskiftið. Dystirnir í fremstu deildunum verða tó leiktir.

A-landsliðið hjá monnum hevur verið saman millum jól og nýggjár, og eftir dagsins venjing var greitt, at liðið, ið møtir Kekkia til EM-undankappingardystirnar, í stóran mun er tað sama, sum varð úttikið fyrr í ár, áðrenn hesir dystirnir vóru útsettir.

Øllum hondbóltsvinum nær og fjar verður ynskt eini gleðilig jól og gott nýggjár!

Um tvær vikur møtir okkara A-manslandslið Kekkia í Høllini á Hálsi, til EM-undankappingardyst. Seinastu tríggjar dagarnar hava teir bæði havt fysiskar testir og vanliga hondbóltsvenjing. Hetta hevur gingið avbera væl, heldur Sonni Larsen, høvðusvenjari.

HSF hevur heitt á feløgini um til eina og hvørja tíð at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum viðvíkjandi fyribyrgingini av koronasmittuni. Gingið verður út frá, at okkara myndugleikar eru tey, sum best duga at meta um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk til eina og hvørja tíð.

Almennu myndugleikarnir hava boðað frá, at fyri at fyribyrgja korona smittuspjaðing, skulu øll ítróttatiltøk vera uttan áskoðarar til og við 3. januar. Sostatt skulu allir hondbóltsdystir spælast uttan áskoðarar til og við ásettu dagfesting.

Eftir at Ítróttadómstólurin hjá ÍSF hevur staðfest, at dysturin millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF skal spælast umaftur, hevur Kappingarnevndin hjá HSF ásett dystin at verða mikudagin 16. desember kl. 20.00.

Ítróttadómstólurin hjá ÍSF hevur 12. desember gjørt úrskurð í kæruni frá hondbólstfeløgunum Neistanum og VÍF um úrskurðin hjá Dómsnevndini hjá HSF viðvíkjandi avgerðini um sonevnda Huldumálið. Ítróttadómstólurin staðfestur avgerðina hjá Dómsnevndini.

Seinastu tíðina hava feløgini og HSF arbeitt við einum stroymingsportali, live.hsf.fo, har allir dystir í SMS- og Burn deildini og Faxe Kondi steypakappingini, umframt A- og U-landsdystir (tó treytað av upphavsrætti), verða stroymdir. Somuleiðis verða allir dystir í verandi kappingarári liggjandi á portalinum, soleiðis at eisini spældir dystir kunnu leitast fram aftur.

Í kvøld byrjar Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Talan er um undandyst til bólkaspælið hjá monnum og hittast SÍF og H71 2 á Giljanesi í kvøld kl. 20.00. Vinnarin av dystinum vinnur pláss í bólkaspælinum saman við teimum 7 liðunum úr Burn deildini.