Tíðindi

U16-kvinnur: Rimmar sigur á Kekkia

1. juli 2026

Hóast aftanfyri so at siga allan dystin, so vístu okkara rygg og stjólu sigurin í seinasta sekundinum. Føroysku U16-kvinnurnar vunnu ein fínan 17-16 sigur á Kekkia, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 10-7 í hálvleikinum.

U16-kvinnur: Spania betri í seinna hálvleiki

30. juni 2026

Spania hevði ikki tapt ein dyst enn í European Open, og var tað tískil ikki óvæntað, at tær eisini vunnu trygt, 16-10, móti Føroyum í kvøld. Tað var tó ikki uttan fight, har okkara kempaðu væl í fyrra hálvleiki, og var støðan bert 7-6 við steðgin.

U16-kvinnur: So bragdaði

30. juni 2026

U16-kvinnurnar spældu sín besta dyst higartil í European Open og vunnu í sonnum gysara, har Føroyar vóru aftanfyri so at siga allan dystin. Sigrið Hansdóttir skoraðu tó seinasta málið uppá brotskast til 21-20 beint fyri leiklok, eftir at Georgia var á odda 10-8 í hálvleikinum.

U20-kvinnur: Misjavnt móti Tunesia

30. juni 2026

Hóast Føroyar vunnu seinna hálvleik, so var avrikið í fyrra hálvleiki misjavnt, og taptu okkara 29-25 fyri Tunesia, eftir at Tunesia var frammanfyri 15-10 í hálvleikinum. Føroyar enda sannlíkt frammanfyri Tunesia allíkavæl og koma at spæla um hægri plasering.

U16-kvinnur: Serbia betri

29. juni 2026

Hóast føroysku U16-kvinnurnar sýndu betri spæl í fyrra hálvleiki í mun til dystin í morgun móti Niðurlendingum, so var tað skjótt greitt, at Serbia hevði fleiri streingir at spæla uppá og vunnu tær greitt 21-12, eftir 11-8 í hálvleikinum.

U20-kvinnur: Tryggur sigur

29. juni 2026

Føroyar tryggjaðu sigurin í fyrra hálvleiki móti Taiwan í dag, tá støðan var 17-10 við steðgin. Seinni hálvleiki gjørdist nakað misjavnur, men var sigurin ongantíð í vanda. Føroyar vunnu trygt 30-23.

Ein loysn frá Sendistovuni