Umframt kvinnulandsdystir og European Cup dystir, eru eisini steypadystir hjá monnum á skránni í hesari vikuni. Fyrstu dystirnir í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verða leygardagin, meðan ein eisini verður mikudagin í næstu viku.


Umframt kvinnulandsdystir og European Cup dystir, eru eisini steypadystir hjá monnum á skránni í hesari vikuni. Fyrstu dystirnir í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verða leygardagin, meðan ein eisini verður mikudagin í næstu viku.

Í hesari vikuni er aftur spennandi europeiskur hondbóltur á skrá. Hesaferð eru tað mansliðini hjá H71 og VÍF, sum skulu kappast í øðrum umfarið í European Cup.

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, hava úttikið hesar 20 leikararnar til venjingar í viku 44 og venjingardystir móti Íslandi 3. og 4. november. Dystirnir verða leiktir í Reykjavík.

Sport Lisboa e Benfica verður mótstøðuliðið hjá Neistakvinnum í triðja umfarið í European Cup.

35 luttakarar vóru á skeiðið fyri dómaraborð í gjárkvøldið.

Hondbóltssambandið og Kemilux hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, har Kemilux verður ein av stórstuðlunum hjá HSF í 2024 og 2025.

Nýtið heystfrítíðina aktivt! VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

Bæði H71-kvinnur og Neistakvinnur vunnu annan European Cup dyst í vikuskiftinum. Hjá H71 var hetta tó ikki nokk, tá tær taptu stórt í fyrra dystinum, meðan Neistin vann eftir brotskast kapping.

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.

Hondbóltssambandið og shippingfyritøkan Navigare hava longt verandi stuðulsavtalu fram til 2026.